Betri stýring - Størri vinning

Bílegg eina framløgu

Hví velja Lundan?

Lundin er ein nútímans bókhaldsskipan, ment av føroyingum til føroyska marknaðin. Endamáli er at bjóðað út eina kappingarføra skipan, sum á skjótan og einfaldan hátt kann hjálpa føroyskum fyritøkum og stovnum við fíggjarstýringini. 

Grundpakkin í Lundanum nøktar tørvin hjá flestu smáu fyritøkum í Føroyum. Og so hvørt tørvurin veksur, ber til at byggja uppí við eyka modulum og brúkarum. Skipanin kann hýsast hjá okkum, so tykkara dátur altíð eru tryggar. Skipanin verður áhaldandi ment, so tit altíð hava eina tíðarhóskandi skipan.

Lyklatøl

Fleiri enn 200 føroyskar
fyritøkur brúka Lundan

Kostnaður úr
398 kr./mðr.

Væl nøgdir kundar

Grundpakkin

  • 1 brúkari
  • Upp til 5 feløg
  • Kontolisti (óavmarkað)
  • Debitorar og kreditorar (óavmarkað)
  • Bókingar (óavmarkað)
  • Fíggjarætlan
  • Vørur og vørubólkar
  • Goymsluyvirlit
  • Stovna tilboð
  • Ordrar og fakturar
  • Rykkjarar
  • Søluhagtøl
  • Avroknað MVG
  • Útskriftir
  • Senda fakturar og kontoavrit við telduposti

Eyka modulir

Sakir
Viðheft skjøl
Dimensiónir
Talgildir fakturar (oioxml)
Kassaskipan
Roknskapur
App til vøruteljing
Tolling
Endurtøkuordrar
Netbanka integratión
Keypsordrar og goymslustýring

Heildarloysnir

Við at velja Nema LØN og Nema TÍÐ saman við Lundanum fáa tit eina skræddaraseymaða heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt integreraðar í hvørja aðra, so dátur ferðast lættliga millum skipanirnar. Harafturat kunnu allar trygt hýsast hjá okkum, og tit fáa samlaða tænastu á einum stað.

Harafturat kunnu vit bjóða eina størri heildarloysn til allan tykkara KT tørv m.a. við Office 365, hýsing, Journalskipan, HR-skipan, prent og kopi, teldum og útgerð, servarum, goymslu, net og trygd.

Vit bjóða eisini innbúgv og skrivstovulutir.

Keysir

Vit fóru frá manuellum pappírsarbeiði til at brúka Lundan við kassaskipan á vári 2017. Mestsum alt pappír er spart burtur, arbeiðið er effektivisera og hetta hevur givið okkum nógv betur yvirlit. Skipanin er einføld og løtt at arbeiða við, tá man hevur sett seg inn í tað.

Vit valdu at keypa føroyskt og eru væl nøgd við tænastuna frá Nema.
Øssur Andreasen, leiðari
Tórshavnar Maskinhandil
Vit hava brúkt Lundan síðan 1984 og eru væl nøgd. Skipanin er ment nógv ígjøgnum árini, og passar best til okkara tørv í mun til størri útlendskar skipanir. Harumframt spara vit nógv í pappíri, tí nærum allar rokningar verða sendar talgilt í dag. Vit brúka eisini kassaskipanina í Lundanum, og er tað lætt at avgreiða kundar, leggja vørur inn og rokna tilboð og prísir.
Trúgvi Joensen, stjóri
Radiobúðin
Vit brúka Lundan, LØN og TÍÐ frá Nema og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn.

Vit valdu eina føroyska heildarloysn frá Nema og tað eru vit sera væl nøgd við.
Frimodt Rasmussen, stjóri
Klaksvíkar Sleipistøð

Royn Lundan

Ynskir tú at vita meira um skipanina ella síggja eina demo? Set teg so í samband við okkum ella bílegg eina framløgu. 

- So venda vit aftur skjótast gjørligt.

Kristian á Reynatrøð
Ráðgevi og sølufólk

kar@nema.fo 
+298 794 245

Bílegg eina framløgu