Nema LØN er mest nýtta lønarskipanin á føroyska marknaðinum. Fleiri fyritøkur og stovnar brúka skipanina til at avgreiða síni lønarviðurskifti t.d. kommunur, byggifyritøkur, bilasølur, fiskavirki, reiðarí, flutningsfyritøkur, sjálvsognarstovnar, el fyritøkur osfr.
Skipanin er ment av føroyingum til føroyska marknaðin, og er ment við tí endamáli at hjálpa fyritøkum og stovnum at avgreiða øll lønarviðurskifti so skjótt og væl sum gjørligt. Her verður m.a. hugsað um:
- tíma- og mánaðarlønir
- eftirlønir og frítíðarlønir
- lønarseðlar við telduposti
- lønaryvirlit við telduposti til fakfeløg
- útreiðsluyvirlit við telduposti til ásettar deildir í fyritøkuni
- dagføring av lønartalvum hjá øllum yrkisfeløgum
Skipanin kann hýsast hjá okkum, soleiðis at vit hava ábyrgd av KT-umhvørvinum og datatrygdini, og tit kunnu kenna tykkum tryggari. Skipanin verður eisini áhaldandi víðariment, so hon altíð lýkur tey krøv, ið marknaðurin setur.