TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR Aftur

Nema hevur veitt innbúgv til Tryggingarfelagið Føroyar, bæði til Stóra Fundarhølið í 2000 og móttøkuna í 2010.

Stóra Fundarhølið: (Argebygningurin, ovast)

Í 2000 fór Tryggingarfelagið Føroyar undir at samanflætta teir fimm bygningarnar á Kongabrúnni, ið hýsir felagnum í dag sum ein stór eind. Í hesum sambandi var avgjørt, at tann eini bygningurin (Argebygningurin) skuldi hýsa leiðsluni. Ovast í hesum bygninginum skuldi stjórnarfundarhølið gerast. Tað vóru Arkitektar 99, ið stóðu fyri hesum arbeiði.

Fundarhølið skuldi vera tignarligt og signalerað seriøsitet. Til hetta varð gjørt eitt stórt bátaformað fundarborð úr massivari mahogni. Fundarstólarnir eru Wegnerstólar frá PP-møbler.

Heini Weihe hevur serframleitt AV-veggin.

Fram við vindeyganum eru nakrir lágir stólar (Barcelonastólar) til meira avslappandi fundir.

Veggirnir eru prýddir við gomlum málningum hjá eitt nú Mykines.

Mótøkan:

Í 2010 varð avrátt at dagføra móttøkuna á Kongabrúnni. Verandi loysn vísti seg at skapa trupulleikar fyri telefonavgreiðsluna, og mælt varð til at koma við einari loysn, har vekslarin sat meiri avbyrgdur.

Loysnin var at gera eina nýggja skivu til trý fólk, har signalerað varð, at tvey vóru til avgreiðslu og eitt fólk sat við telefonmóttøkuna. Hetta varð loyst við at gera tað torført hjá kundanum at koma til vekslaran soleiðis, at kundin fyrst fór til annað av teimum báðum avgreiðslufólkunum.

Aftrat hesum vildi Tryggingin hava eina snøgga logiska loysn, ið skapti trivnað hjá kundanum og starvsfólkum.