TÓRSHAVNAR KOMMUNA - TEKNISKA DEILD Aftur

Tá Tekniska deild hjá Tórshavnar Kommunu flutti inn í gomlu hølini hjá Bank Nordik í Niels Finsens gøtu, var neyðugt við nýggjum innbúgvi til nýggju, samansettu deildina.

Her veitti Nema nýtt skrivstovuinnbúgv sum hóskaði til umstøðurnar, Kontrast Arkitektar høvdu skapt til Teknisku deildina. Millum annað vóru vælumtóktu skrivstovurborðini frá Fumac og skrivstovustólar frá Kinnarps vórðu veitt eftir kundans ynski. Lounge innbúgvið er frá svenska Lammhults.

Fakta

Veitarar:

  • Lammhults
  • Fumac
  • Kinnarps