TJARNARGARÐUR 33 RÚM Aftur

Í 2007 var húsið hjá Færøernes Kommando við Hoyvíksveg liðugt umbygt til røktarheim til 24 búfólk. Heimið fekk navnið Tjarnargarður.

Uppgávuna at møblera Tjarnargarð vann Nema. Veitast skuldi innbúgv til tvær setstovur, tvær matstovur, skrivstovu, starvsfólkarúm, vaktarrúm, skiftingarrúm og reingerðarrúm. Nema veitti eisini uttanduramøblarnar.

Haraftrat skuldu tey 24 búrúmini møblerast við song og seingjarborði. Búfólkini hava sjálv hóskandi møblar við, til dømis borð, stólar, hillar og málningar. Hetta so at búrúmini skulu hava ein heimligari dám.

Avbjóðingin var at finna røttu sengurnar, bæði hvat viðvíkti tøkni og útsjónd. Tær funnu vit hjá týska veitaranum, Malsch Betten. Sengurnar hava roynst sera væl.

Sengurnar kunnu koyrast upp og niður við fjarstýring. Seingjarbotnurin hevur fleiri lið við motorum. Liðini kunnu stillast soleiðis, at brúkarin kann sita ella liggja í ymsum støðum. Harafturat kann botnurin hellast soleiðis, at lættari er hjá darvaðum brúkarum at koma úr songini. Hjól, ið mala mjúkliga, eru undir sengrunum, so tær kunnu flytast lætt og ljóðleyst, eitt nú í sambandi við reingerð.

Krøvini til innbúgvið í setstovum og matstovum vóru, at tað skuldi vera hóskandi til endamálið viðvíkjandi ergonomi, útsjónd og haldføri. Stólar og sofur vórðu latin við sonevndum Safety seat, ið er ein leys seturspúta við vatndúki, ið er fest á stólin við karðalási. Fyrimunurin við hesum er, at setrið er lætt at taka av og vaska. Borðini eru sløtt á undirsíðuni, so koyristólur kann rullast inn undir borðplátuna.

Samanumtikið riggar loysnin hjá Nema væl í vakra og hugnaligum umhvørvinum á Tjarnargarði.

Fakta

  • Tjarnargarð: Røktarheim til 24 búfólk
  • Gólvvídd: 1200 m2
  • Byggiár: 2007
  • Byggiharri: Tórshavnar kommuna
  • Teknað: Selmar Nielsen Arkitektur