SNARSKIVAN Aftur

Vøkur, effektiv og álitisvekjandi. Tórshavnar kommuna sá frá byrjan nýggju Snarskivuna fyri sær og vildi skapa eitt innbjóðandi rúm fyri starvsfólk og borgarar. Fíggjarligu karmarnir vóru tó trongir, so innbúgvsveitarin mátti veljast við nærlagni, um kommunan skuldi vera nøgd.

Føroyska fyritøkan Kontrast Arkitektar, sum teknaði nýggju Snarskivuna, valdi Lammhults til hesa uppgávu, tí at fyritøkan er kend fyri at levera rættan kvalitet fyri rættan kostnað.

Konseptið við Snarskivuni byggir á eitt svart-hvítt litspæl millum loddrættar og vatnrættar flatur, og síðan verður konseptið kryddað við grønum nuansum.

Meginparturin av møblunum er frá Lammhults. Heini Weihe, okkara egni snikkari og kreørur, hevur tilevnað móttøkudiskin. Diskurin hevur stóran týdning í konseptinum, bæði sum rúmelement og symbol.

Úrslitið er ein móttøka, sum livir upp til sítt egna navn um effektivitet og til krøv byggiharrans um estetikk og kostnað.