SKÚLIN VIÐ LØGMANNABREYT Aftur

Hann sigst vera so væl eydnaður, at næmingarnir fáast ikki til hús aftur. Hjá Nema er tað sjálvandi ein heiður at hava verið við til at skapa verkið.

Nema fekk høvið at bjóða upp á stóru verkætlanina at heildarinnrætta skúlan við Løgmannabreyt við innbúgvi. Við góðari fyrireiking, royndum undirveitarum og rættari vitan um design, ergonomi og góðsku eydnaðist tað at geva besta tilboðið, og Nema fekk uppgávuna.

Veitingin er størsta einstaka innbúgvsverkætlan hjá Nema.

Samstarvið

Fyrsta byggistig var at gera frítíðarskúlapartin og helmingin av skúlastovunum klár til skúlabyrjan 2008. Fakhøli, skrivstovur, tænastudepil, kantina, felagsøki og fimleikahøll vórðu liðug á heysti 2009, og eftirverandi skúlastovur stóðu klárar til skúlabyrjan 2010. Verkætlanin vardi sostatt í trý ár.

At gera skúlan lidnan í stigum kravdi gott samstarv millum lærarar, næmingar, handverkarar, arkitektar og byggiharra. Tað eydnaðist til fulnar, og undirvísing og montering gingu hond í hond frá fyrsta degi. Hetta gjørdi, at øll høli vórðu møblerað rættstundis, og hundraðtals skáp og borðplátur vórðu uppsett til ásettan dag.

Innrættingin

Stovurnar í skúlanum við Løgmannabreyt eru innrættaðar við ljósum innbúgvi úr bjørk. Her eru tíðarhóskandi stólar, sum kunnu stillast í hædd og snara 360 stig, og á veggjunum eru reolir við stórum skuffum til allar næmingar. Vask og køliskáp eru í hvørjari stovu, og í gongini uttanfyri hevur hvør næmingur sítt goymsluskáp við kodulási.

Fakhølini eru innrættað við serinnbúgvi og geva optimalar fortreytir fyri frálæru. Kantina, lærarastova og bókasavn eru innrættað við klassiskum designinnbúgvi, ið hevjar heildina upp á eitt nýtt stig í føroyskari skúlabygging.

Umhvørvið

Tað hevur eydnast at geva Skúlanum við Løgmannabreyt eitt kveikjandi umhvørvi, og næmingarnir eru vorðnir góðir við skúlan. Hann spælir við sansirnar, og arkitektoniskt brýtur hann radikalt við tað gamla. Stovurnar eru opnar og rúmligar, og kantina, bókasavn og felagsøki eru lyft fram í tíðina við livandi designi og hugvekjandi, føroyskari list.

At næmingarnir trívast so væl í skúlanum sigur alt í sjálvum sær, og hjá Nema var tað ein spennandi uppgáva og heiður at innrætta hetta plettskotið í føroyskari skúlabygging.

 

Fakta

  • Tveysporaður fólkaskúli frá 1. til 9. flokk + frítíðarskúli
  • Pláss fyri 450 næmingum og 40 lærarum
  • Byggiharri: Tórshavnar kommuna
  • Byggifyritøka: Búsetur
  • Arkitektar: Árni Winther Arkitektar
  • Gólvvídd: 5.700 m²