SKANSI OFFSHORE Aftur

Offshorefyritøkan Skansi flutti skrivstovuna úr Leirvík í spildurnýggj hús í Tórshavn. Ynskið var at flyta inn í eitt ruddiligt, professionelt og nútímans umhvørvi, sum Nema var við til at menna heilt frá byrjan av.

Íblástur frá list og skipsmáling
Fyri at fáa hetta ruddiliga og professionella úttrykkið, varð nógv spælt við litsamansetingar. Tað eru her serliga nevtralu litirnir við einum maritimum tvisti, sum ganga aftur gjøgnum hølini. Eitt nú kemur blái liturin við íblástri frá botnmáling til skipsmáling.

Nevtralu litirnir gera eisini at teir vøkru listamálningarnir sum Skansi Offshore eigur veruliga koma til sín rætt. Avdempaða umhvørvið og innbúgvið tekur ikki ov nógv fokus frá listaverkunum og modelskipunum.

Fakta
Arkitektar: Kontrast Arkitektar við Mayfinn Norðoy
Ráðgeving: Heini Weihe, við Jens Meinarð Jacobsen frá Skansa
Starvsfólk: um 15-20
Skrivstova við undirvísingarhølum í kjallaranum til manningina