SERINNBÚGV TIL SKÚLAN Á HAMRINUM Aftur

Um várið í 2011 vann Nema útbjóðingina hjá Tórshavnar kommunu um at veita alt serinnbúgvið til skúlan á Hamrinum á Argjum. Avbjóðingin var stór og tíðarætlanin krevjandi. Men úrslitið varð sum ætlað. Nemandi.

Avbjóðingin

Samanborið við leyst innbúgv, sum veitarin at kalla bara skal bera upp á pláss, krevur serinnbúgv munandi størri arbeiði. Serinnbúgv skal nevniliga setast fast í gólv ella veggir. Neyðugt er at taka royndarmát av øllum fyri at fáa røttu støddirnar av innbúgvi til Føroya, umframt at stór orka verður løgd í at fyrireika uppsetingina á staðnum.

Tíðarætlanin

Uppgávan í skúlanum á Hamrinum hevði ómetaliga krevjandi tíðarætlan. Ikki fyrr enn 1. apríl varð farið til verka, men longu 5. august settu handverkararnir hjá Nema seinastu skrúvuna í. Tá høvdu teir sett 460 skáp og hillaskipanir upp, 280 metrar av borðplátum, 81 talvur, 24 spegl og fleiri kilometrar av hillum. Mánamorgun 15. august – júst sum ætlað – læt skúlin á Hamrinum upp.

Úrslitið

Í flokshølunum hevur hvør næmingur fingið sítt goymslupláss, og til felags frálæruna hevur Nema m.a. staðsett serligar frálærueindir við diski og hvíttalvum. Mongu serhølini, heilt frá smiðju til køk, eru bæði bergtakandi á at líta og eyðmjúkliga innrættað. Har er nóg mikið av skápsrúmi, hillum og borðplássi. Men har er eisini rúmd fyri yðjandi lívi og lærdómi.

Setningurin hjá Nema og samstarvsfelagunum, Tórshavnar kommunu og MAP Arkitektum, hevur verið, at tað snýr seg um menniskju. Tann setningurin er rokkin.

Fakta

  • Skúlin er tveysporaður fólkaskúli frá 1. til 9. flokk og frítíðarskúli.
  • Pláss er fyri 450 næmingum og 40 lærarum.
  • Gólvvíddin er 7.200 fermetrar.
  • Byggiárið var 2011.
  • Byggiharri var Tórshavnar kommuna.
  • Fyri høvuðsarbeiðinum stóð Articon.
  • MAP Arkitektar teknaðu.