SERGJØRDUR DISKUR TIL EIK Í MIÐBÝNUM Aftur

Eik vildi rudda í móttøkuni í høvuðsavgreiðsluni í miðbýnum. Sjónliga kápulrokið millum borðini og borðini við ymiskum hæddum vístu ikki Eik frá síni bestu síðu, tá ið kundar komu inn.

Loysnin

Nema veitti ein sersniðaðan disk til Eik. Í staðin fyri at hæddin á borðinum kundi justerast, varð tann perfekta hæddin funnin, ið varð lagað eftir kundanum. Starvsfólkið fekk góðar stólar frá Kinnarps, so tey eisini fingu avlasting til beinini undir diskinum, og so tey kundu standa ella sita, tí diskurin er eisini í standihædd hjá starvsfólkinum. Niðast við diskin er LED-ljós, ið lyftir hann upp og ger hann snøggari at hyggja at.

Millum hvørt móttøkufólk eru sergjørdar bókahillar, ið hóska til diskin. Grønu puffarnir heilt innast eru frá Fumac og hava heilt rætta Eik-litin.

Fakta

  • Móttøka við sergjørdum diski
  • Ráðgeving: Heini Weihe í samstarvi við Eik og Dánjal Paula Poulsen, húsaumsitara
  • Byggiár: 2014