RULLUARKIV HJÁ NÁM Aftur

Í kjallarhæddini á Hoyvíksvegi 72 hevði Nám goymslu við stationerum reolum. Hon var vorðin full og brúk var fyri meira plássi.

Okkara uppgáva var at koma við uppskoti og tilboði at fáa meira burturúr kvadratmetrunum. Í samstarvi við veitara okkara av stálreolum Qubiqa fekk Nám uppskot um at skifta verandi reolir út við nýtt rulluarkiv. Við hesum og við hægri reolum enn tær verandi kundi Nám fáa ein hillakapasitet upp á 787 metrar, sum er tað dupulta av tí, tey høvdu.

Reolskipanin er sett saman av 12 dupultum rullandi reolvognum umframt tveimum føstum. Ímillum gólvskinnararnar, sum vognarnir koyra eftir, er lagt gólv á so farast kann inn ímillum reolirnar við rulliborðum við og eftir tilfari. Serligur stigi var við í tilboðnum so røkkast kundi trygt til ovastu hillarnar.

Nám tók av tilboðnum, og okkara montørar tóku sær av uppsetingini. Stóra avbjóðingin var tað skeiva gólvið. Vognskinnararnir mugu ikki hava størri frávik úr enda í annan enn ein millimetur (í halli). Men hæddin frá gólvinum upp til skinnararnar hevði frávik upp á uml. 100 mm úr øðrum enda í annan. Hetta bar í sær, at skráin (rampan) frá upprunaliga gólvinum upp á gólvið í arkivinum mátti skraddaraseymast, so hann hevði sama hallið allan vegin.

Reolmodellið eitur SHADE 9000M, og sum sæst á myndunum, er framsíðan á reolunum sera snøgg. Kenda designfyritøkan Jacob Jensen hevur teknað hana. Tungu reolirnar verða lættliga fluttar við at snara róðrinum á reolframsíðunum.

Fakta
Rulluarkiv við hillakapasiteti: 787 mtr.
Stað: Hoyvíksvegur 72
Byggiharri: Nám
Teknað: Qubiqa