LØGTINGIÐ Aftur

Tingsalurin

Í 2003 skuldi Løgtingið skapa nýggjar karmar fyri løgtingssalin. Ætlanin var upprunaliga at byggja nýggjan bygning til endamálið. Hetta varð seinni broytt til at varðveita upprunaliga bygningin og royna at fáa hann upprunaligan aftur. Heidi Poulsen stóð fyri hesum arbeiði. Hetta var ein krevjandi uppgáva av tí, at verandi salur var ov lítil til endamálið. Heidi megnaði tó at innrætta salin soleiðis, at pláss varð fyri øllum.

Nema (tá Farodane) vann kappingina um at framleiða løgtingssessirnar til nýggja tingsalin. Seinni fingu vit eisini høvi at framleiða teir eyka áhoyrarabenkurnar, sum Sverri Heinesen hevur teknað.

Tinghúsið

Frá 2003 til 2008 varð bygningurin, har telefonvirkið hevði verið fyrr, bygt um til løgtingshølir. Hesum arbeiði stóð Heidi Poulsen (MAP arkitektar) fyri.
Dentur varð lagdur á at skapa trivnað hjá løgtingslimum og umsiting. Løgtingið vildi hava eina seriøsa varandi loysn upp á innbúgv, ið kundi samanberast við tílík arbeiðspláss í londum rundan um okkum.