LANDSSJÚKRAHÚSIÐ - GARDEROBA Aftur

Í sambandi við at starvsfólkaskiftingarrúmini í niðastu hædd á Landssjúkrahúsinum vóru umvæld, varð brúk fyri nýggjum klædnaskápum, og Nema vann hesa útbjóðing, sum Árni Winther arkitektar stóðu fyri.

Uppgávan

Veitast skuldu 75 skáp við tveimum rúmum í hvørjum og 59 skáp í fullari hædd. Allan vegin undir skápunum, ein longd upp á umleið 40 metrar, skuldi skógvahill heingjast. Skáp og hillar skuldu veggheingjast, so gólvið var frítt í sambandi við reingerð.

Skápini vóru leverað uttan lás, men fyrireikað til Salto-lásiskipanina, ið er tann skipanin, Landssjúkrahúsið brúkar allastaðni í húsinum.

Úrslitið

Úrslitið í umskiftingarumhvørvinum livir nú fult upp til høga stigið í Landssjúkrahúsinum annars.