KOKS OG GRAS Aftur

Koks:

Í 2011 var farið undir at gera gourmetmatstovu á Hotel Føroyum. Lofti arkitektar fingu uppgávuna.

Til hetta hevur Nema saman við Lammhults/Abstracta veitt ráðgeving og er komin við hugskotum. Hetta sæst aftur í innbúgvinum, sum í fleiri førum er skraddaraseymaðar loysnir til hotellið – eitt nú sergjørd sofa og hyndir til Wegner-stólarnar. Eisini er ein grønur ljóðdoyvandi veggur settur upp inni í matstovuni. Liturin er valdur út frá tí vakra "grøna", sum hotellið er ballað inn í.

Gras:

Gras varð heitið á loungebarrini í lobbyini á hotellinum. Her er íblásturin komin frá teimum grønu litunum í náttúruni rundan um hotellið. Eitt nú hava allir café-stólarnir fingið ymiskar grønar litir, ið skapa eina hugtakandi grøna lavering, sum gongur ígjøgnum alt konseptið.

Fyri at skapa eina avslappandi atmosferu standa tveir stórir ruggustólar "Stingray" (á føroyskum "skøta") frá Fredericia Furniture frammanfyri eldstaðið.

Fakta:

Koks:

  • Byggiár: 2011
  • Arkitektar: Lofti Arkitektar
  • Ráðgeving: Heini Weihe

Gras:

  • Byggiár 2011
  • Arkitektar: Lofti Arkitektar
  • Ráðgeving: Heini Weihe

 

Veitarar:

Koks:

  • Lammhults
  • Abstracta
  • Fritz Hansen

 

Gras:

  • Lammhults
  • Fredericia furniture