ATLANTIC AIRWAYS SKRIVSTOVAN VIÐ OPNUM LANDSLAGI Aftur

Avbjóðingin

Tá fyrsta útkastið til nýggja flogvøllin og skrivstovuna hjá Atlantic Airways varð góðkent, varð heitt á Nema at innrætta skrivstovuna, so hon passaði til tørvin á Atlantic Airways. Tey umleið 50 starvsfólkini komu frá smærri umstøðum og fleiri smáum skrivstovurúmum, men kundin hevði nú eitt ynski um eina loysn við opnum skrivstovulandslagi.

Tær ymisku deildirnar, alt frá marknaðardeildini, søludeildini og bókhaldinum til flogternurnar, vaktirnar o.s.fr., skuldu skipast soleiðis at tær lógu rætt í mun til hvørjar høvdu størstan tørv á at sita saman. Kundin hevði her eitt greitt boð um, hvussu deildirnar skuldu skipast, men avbjóðingin lá her í at tær skuldu deilast á tveimum hæddum. Avbjóðingin lá eisini í at samstundis varðveita eina kenslu av at okkurt var privat í tí opna landslagnum, tí arbeiðslagið á starvsfólkunum er sjálvandi ymiskt.

Loysnin

Árni Wither Arkitektar hava teknað flogvøllin og skrivstovuna hjá Atlantic Airways, og Nema hevur virkað sum høvuðsleverandørur og verið við heilt frá byrjanini. Nema veitti tí alt inventar frá veggi til gólv – alt til arbeiðsumhvørvi, ljósskerming og innbúgv sum heild.

Arbeiðs- og loungeumhvørvið varð skræddaraseymað eftir kundans tørvi. Í samstarvi við Atlantic Airways og Georg Suðurgarð legði Nema arbeiðslandslagið til rættis soleiðis at besti dynamikkurin kom fram millum deildirnar, ið vóru býttar á tveimum hæddum. Fyri at tryggja besta arbeiðslagið í opna landslagnum, vórðu ljóðdoyvarar frá Horreds monteraðir á borðini og praktiskar hillar millum borðini, so at eitt sindur av privatsferu varð varðveitt. Opna landslagið skuldi tó ikki avmarkað eitt nú fundum ella samrøðum, tí fundarhølir eru eisini til taks á skrivstovuni.

Harafturat hava nýggju hølini nógv glas og stór vindeygu, ið fanga vakra útsýnið væl, men gjørdi tað trupult at arbeiða í ljósinum frá lágtstandandi sólini. Fyri ikki at missa útsýnið, veitti Nema hálvdekkandi gardinur frá Faber, so enn ber til at hyggja út uttan at ov nógv ljós kemur inn og forstýrar arbeiðslagið.

Úrslitið

Loysnin við skiljiveggum millum borðini er ein uppløgd loysn fyri skrivstovur við opnum landslagi, og tí eisini hjá Atlantic Airways. Opna landslagið tryggjar ein góðan samstarvsdynamik og betrar um arbeiðsumhvørvið.

Fakta

  • Skrivstova við opnum landslagi
  • Ráðgeving: Heini Weihe í samstarvi við Georg Suðurgarð
  • Arkitektur: Árni Winther Arkitektar
  • Byggiár: 2014