Forsíða

Handverks- og KT vinnan á Glasi

Tú ert okkara framtíð

Tykkara nýhugsan og vitan er okkara framtíð. Vit hava brúk fyri tær her og nú, næsta ár, um 5 og 10 ár. Nema sær tykkum sum okkara komandi starvsfólk, leiðarar, samstarvsfelagar og kundar.

Vit hava nógv lærupláss, t. d. innan forriting, sølu og annað. Vit bjóða eisini starv eftir skúlatíð.

Hvat kundi tú hugsað tær?

Spyr okkum, og vit vilja fegin siga tær frá framtíðarmøguleikunum hjá Nema.

Søk lestrarstarv hjá okkum

Um Nema

Nema er í føroyskum høpi ein stór og umfatandi fyritøka. Nema eigur eisini stóran lut í tí menning, ið fer fram í okkara samfelag. Okkara arbeiði speglast aftur kring landið upp á nógvar mátar, t. d. tá ið tað snýr seg um samskifti, trygd, tøkiniloysnir og ikki minst útbúgvingar og arbeiðspláss.

  • Umleið 80 starvsfólk
  • 3 handlar – Tórshavn, Saltangará og Klaksvík
  • Yvir 1500 vinnukundar
  • Yvir 7500 privatkundar

Okkara virkisøkir

KT-loysnir

Trygd, uppseting og viðlíkahald av ambætarum og tílíkum

KT-skipanir

Vit menna nógvar ymiskar skipanir

Fjarskifti

Telefonir, telefonhald, breiðband og aðrar fjarskiftistænastur

KT-útgerð

Alt frá geymum til ambætaraútgerð

Skrivstovulutir

Vit eru heildarveitari til vinnulív og stovnar

Okkara deildir

At veita nógvu loysnirnar krevur starvsfólk við breiðum og ymiskum førleikum. At menna fyritøkuna krevur somuleiðis nógvar ymiskar førleikar og støðuga menning.

  • Sølufólk – Privatsøla og vinnusøla, handlar, útrínging, fjarskiftisloysnir, KT-skipanir og loysnir
  • Tænastufólk – Til ymisku søluøkini og kundarøkt
  • Menning og forriting – Til nýggjar tænastur og at menna verandi loysnir
  • Marknaðarføring – At marknaðarføra Nema og tær vørur, ið vit umboða og menna
  • Bókhald og greining – Halda skil á bókhaldinum og greina ymisku støðurnar

Ring 20 20 20

Far til vinnu