Forsíða

GDPR

Nema og dátuverndarlógin

Nú stundar ikki bert til jóla, men eisini til 1. januar, tá ið dátuverndarlógin kemur í gildi. Talan um eina nýggja lóggávu, ið er ein víðkan av persónsdátulóggávuni frá 2004. Víðkanin hevur við sær, at fleiri krøv verða sett, ið føroyskar fyritøkur skulu lúka.

Endamálið við lóggavuni er í stuttum at tryggja hvørjum einstaklingi, at hann hevur tamarhald á sínum persónsdátum. Tað fær hann við kunnleikanum um, hvussu dátan verður nýtt, hvør nýtir hana, og hvussu teir partarnir eru tryggjaðir.

Dátuverndarlóggávan er sera umfatandi, og krøvini eru tíðarkrevjandi, men hjá tær er tað týdningarmesta at vera framsíggin og árvakin um nýggju støðuna, við at seta nakrar spurningar um títt virksemið.

Í sambandi við at KT-felagið nú hevur valt at seta sjóneykuna á dátuverndarlógina, so ynskja vit, sum partur av KT-felagnum, eisini at vísa á nakrar ítøkiligar spurningar, ið kunnu beina teg og tína fyritøku á leið.

Hvussu komi eg í gongd?

  1. Hvat er ein persónsupplýsingur?
  2. Viðgera tit persónsupplýsingar?
    • Kanna hvørjar persónsupplýsingar tú hevur
  3. Eru hesar upplýsingar neyðugar at goyma?
  4. Hvar verða hesar upplýsingar goymdar?
    • Hvørjar skipanir nýta tit?
    • Hvørjar fysiskar goymslur/søvn hava tit?
    • Er trygdin í lagi?
  5. Hvørja ávirkan hevur tað á tykkum, um tit missa hesar upplýsingar?
    • Hvørjar avleiðingar fær tað fyri viðkomandi, um hesar koma alment út?

Hesir spurningar eru bert byrjanin uppá viðgerðina av tínum persónsupplýsingum. Endamálið við teimum er at vísa á, hvønn týdning henda dagføring av lóggávuni hevur fyri teg og tína fyritøku.

Hvussu kan Nema hjálpa tær?
Her á Nema hava vit í longri tíð arbeitt við at fáa okkara mannagongdir uppá pláss, samstundis sum vit menna okkara skipanir til at møta teimum krøvum, ið lógin ásetir. Harvið tryggja vit okkara kundum góðar og tryggar tænastur, ið eru tillagaðar hesa nýggju lóggávu.

Við okkara vitan og royndum ynskir Nema hervið at hjálpa tykkum í gongd, so tykkara virksemi kann lúka tey krøv, ið verða sett.

Set teg í samband við okkum:

Christian Svejdal
GDPR- og fíggjarserfrøðingur
+298 502056
csv@nema.fo

Bogi Jørgensen
Marknaðar- og menningarleiðari
+298 502081
bojo@nema.fo

Ring 20 20 20

Far til vinnu