Skræddaraseyma títt hald
Set títt hald saman, so tað passar til tín tørv. Um tú ynskir eitt hald til alla familjuna, so velur tú bara, hvussu nógv hald tit skulu hava.
Tú kanst hava upp til 6 brúkarar knýttar at einum haldi.
- Familjulimur 2 kostar +160 kr/mðr
- Familjulimur 3 kostar +60 kr/mðr
- Familjulimur 4 kostar +50 kr/mðr
- Familjulimur 5 kostar +50 kr/mðr
- Familjulimur 6 kostar +50 kr/mðr

Útlond
Við Nema Útlond til títt hald kanst tú brúka telefonina frítt nærum kring allan knøttin. Tú kanst tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka upp til 50 GB av tínum datapakka í 50+ londum um mánaðin.
Ert tú í einum landi, har Nema Útlond ikki dekkar, mást tú fylla pengar á fyri at brúka telefonina.
Hví velja fartelefonhald frá Nema?
Brúka títt data, tá tú hevur hug til tað
Tú kanst fáa data, sum tú ikki brúkti í einum mánað, við inn í næsta mánað. Vit kalla tað datarull.
Tað vil siga, at um tú hevur eitt 5 GB hald og bara brúkar helvtina av tínum GB í einum mánað, jamen so kanst tú brúka hina helvtina næsta mánað uttan meirkostnað – afturat teimum 5 GB tú fært fyri næsta mánaðin.
Stovna hald

Bjóða einum vini at skifta og fá meira GB
Bjóða einum vini at gerast fartelefon-kundi hjá Nema. Um viðkomandi tekur av, fáa bæði tú og tín vinur 4 GB í part omaná tykkara verandi hald. Vit halda nemliga, at tað skal loysa seg at bjóða øðrum við.
Faktiskt kanst tú bjóða fleiri vinum við – og tú fært 4GB fyri hvønn, ið tekur av.

Gev data
Nú kanst tú geva burtur av tínum data. Um tú hevur nokk av GB ella ynskir at vera gávumildur, kanst tú á Mítt Nema geva av tínum GB til vinir, familju og kenningar.
Tú kanst geva upp til 4 GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánað.
Gev data á Mítt Nema

Familjudata
Hava tit familjuhald? So kanst tú keypa Familjudata, ið allir limirnir í familjuhaldinum kunnu deilast um og brúka av eftir tørvi.
Tú kanst keypa Familjudata til títt hald inni sjálvgreiðsluni á mitt.nema.fo
Keyp familjudata

Ofta spurdir spurningar
1
Hvat kostar at ringja til útlandið ella frá útlandinum?
Prísir fyri nýtslu í útlandinum ella fyri at ringja til útlandið eru ymiskir alt eftir, hvørjum landi tú ert í. Fyri at gera tað einfalt, hava vit deilt heimin í tveir bólkar.
Í fyrra bólkinum kanst tú brúka fartelefonina sum heima, um tú hevur Nema Útlond pakkan til títt hald. Tað merkir, at tú kanst tosa upp til 20 tímar og SMSa frítt og brúka allan tín íroknaða datapakka, tá tú ferðast.
Nema Útlond pakkin kann stovnast til títt fartelefonhald til ein fastan mánaðarkostnað. Tú kanst stovna tað, tá tú vilt, og uppsiga tað, tá tú vilt – alt á netinum.
2
Skal eg vera bangin fyri eykarokningum?
Tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar fyri títt fartelefonhald frá okkum. Tú rindar forút fyri hvønn mánað, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla meira pening á inni á sjálvgreiðsluni.
3
Hvussu fylli eg pengar inn á mítt hald?
Far inn á sjálvgreiðsluna Mitt.nema.fo fyri at fylla pengar á títt hald. Hetta er neyðugt til nýtslu í londum, sum ikki eru íroknaði í tínum haldi, ella um til eykatænastur so sum at geva pengar umvegis títt fartelefonhald.
4
Hvussu broyti eg mítt hald?
Vitja Mitt.nema.fo fyri at broyta títt hald, leggja fleiri familjulimir afturat, leggja Nema Útlond afturat ella fáa eitt yvirlit yvir tína nýtslu.
Treytir
Les treytirnar fyri fartelefonhald frá okkum.
Spurningar?
Hevur tú spurningar um fartelefonhald frá okkum?