FARTELEFON Aftur

Familjuhald

Við at knýta fleiri brúkarar at einum haldi, fæst ein serligur avsláttur. Ein persónur má standa fyri haldinum, meðan upp til 6 brúkarar kunnu vera partur av haldinum. Við einum brúkara meinast við eitt serstakt telefonnummar.

Avroknað verður samlað fyri allar brúkararnar við tann, sum stendur fyri haldinum. Treytin er, at allir brúkarar búgva á sama bústaði.

Brúkarar kunnu til eina og hvørja tíð stovnast og strikast av haldinum inni á Nema sjálvgreiðsluni.

Set saman títt hald, so tað passar til tín tørv.

1. Vel hvussu nógv dáta, tú vilt hava,
2. Vel um tú vilt tosa frítt í og til útlandið

Prísir og møguleikar

  1 GB 5 GB 15 GB 30 GB 50 GB
1 fólk 149,- 199,- 249,- 289,- 369,-
2 fólk 309,- 359,- 409,- 449,- 529,-
3 fólk 369,- 419,- 469,- 509,- 589,-
4 fólk 409,- 459,- 509,- 549,- 629,-
5 fólk 449,- 499,- 549,- 589,- 669,-
6 fólk 489,- 539,- 589,- 629,- 709,-
Nema Útlond +100,- +100,- +100,- +100,- +100,-

 

Stovna hald her

Nema Útlond

Velur tú Nema Útlond ískoyti til títt hald, kanst tú tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka upp til 50 GB av tínum datapakka í íroknaðu londunum um mánaðin.

Ert tú í einum landi, har Nema Útlond ikki dekkar, mást tú fylla pengar á fyri at brúka telefonina.

Trýst her fyri at vita hvørjum londum Nema Útlond er galdandi í.

 

Fyrimunir við fartelefonhaldinum frá Nema

Datarull

Keðiligt ikki at sleppa at njóta tað, tú hevur goldið fyri? Tað halda vit. Tí kanst tú nú fáa data, sum tú ikki brúkti í einum mánað, við inn í næsta mánað.

Tað vil siga, at um tú hevur eitt 5 GB hald og bara brúkar helvtina av tínum GB í einum mánað, jamen so kanst tú brúka hina helvtina næsta mánað uttan meirkostnað – afturat teimum 5 GB tú fært fyri næsta mánaðin.

Sí video her

Bjóða við og fá meira GB - ókeypis

Bjóða einum vini at gerast kundi hjá Nema, og um viðkomandi tekur av, fáa bæði tú og tín vinur 4 GB í part omaná tykkara verandi hald. Vit halda nemliga, at tað skal loysa seg at bjóða øðrum við.

Faktiskt kanst tú bjóða fleiri vinum við – og tú fært 4GB fyri hvønn, ið tekur av.

Sí video her

Gev data

Gev burturav tínum data til onnur ið tørva tað

Nú kanst tú geva burtur av tínum data. Vit hava nevniliga ment eina nýggja tænastu ið fyri fyrstu ferð ger tað møguligt at deila data ímillum vinir, familju og kenningar.

Tú kanst geva upp til 4GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánað

Sí video her

Familjudata

Nú kanst tú keypa tær Familjudata, tað er data ið allir limirnir í familjuhaldinum brúka av eftir tørvi.

Tú kanst keypa Familjudata til títt hald inni sjálvgreiðsluni á mitt.nema.fo

 

Ekkaleyst

Nýggju Nema haldini gera tað púra ekkaleyst at brúka fartelefonina, tí tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar. Goldið verður forút fyri hvønn mánað, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla meira pening á inni á sjálvgreiðsluni.

Út at ferðast?

Prísir fyri nýtslu í útlandinum ella fyri at ringja til útlandið eru ymiskir alt eftir, hvørjum landi tú ert í. Fyri at gera tað einfalt, hava vit deilt heimin í tveir bólkar.

Í fyrra bólkinum kanst tú brúka fartelefonina sum heima, um tú hevur Nema Útlond pakkan til títt hald. Tað merkir, at tú kanst tosa upp til 20 tímar og SMSa frítt og brúka allan tín íroknaða datapakka., tá tú ferðast.

Nema Útlond pakkin kann stovnast til títt fartelefonhald til ein fastan mánaðarkostnað. Tú kanst stovna tað, tá tú vilt, og uppsiga tað, tá tú vilt – alt á netinum.

Í útlandinum

  Bólkur 1
v/ Nema Útlond
Bólkur 1
u/ Nema Útlond
Bólkur 2
Onnur lond
Móttaka Frítt 1,99 kr/min 10 kr/min
Ringja Frítt 1,99 kr/min 34 kr/min
SMS Frítt 1,99 kr/SMS 7 kr/SMS
Data < 50 GB/mðr. 1,99 kr/MB 145 kr/MB

 

Til útlandið

Ringja Frítt 1,50 kr/min 8 kr/min
SMSa Frítt 1,25 kr/SMS 1,25 kr/SMS

 

Í hesum londum kanst tú reika frítt við Nema Útlond (Bólkur 1)

  • 3G - Áland
  • 4G - Alaska
  • 4G - Albania
  • 4G - Amerikansku Jomfrúoyggjar
  • 3G - Armenia
  • 4G - Asorurnar
  • 4G - Avstralia
  • 4G - Belgia
  • 4G - Bulgaria
  • 4G - Danmark
  • 2G - Ekvador
  • 3G - El Salvador
  • 4G - Estland
  • 4G - Eysturríki
  • 4G - Finnland
  • 4G - Frakland
  • 4G - Gibraltar
  • 4G - Gotland
  • 4G - Grikkaland
  • 3G - Grønland
  • 3G - Guatemala
  • 3G - Guernsey
  • 4G - Hawaii
  • 3G - Hvítarussland
  • 4G - Holland
  • 4G - Ibisa
  • 4G - Italia
  • 3G - Isle of Man
  • 3G - Isle of Wight
  • 4G - Írland
  • 4G - Ísland
  • 4G - Ísrael
  • 3G - Jersey
  • 4G - Kanada
  • 4G - Kanarisku Oyggjarnar
  • 4G - Kekkia
  • 4G - Kina
  • 3G - Kosta Rika
  • 4G - Kroatia
  • 4G - Kýpros (Grikski parturin)
  • 4G - Kreta
  • 4G - Lettland
  • 3G - Liktinstein
  • 4G - Litava
  • 4G - Luksemborg
  • 4G - Malta
  • 4G - Madeira
  • 4G - Mallorka
  • 4G - Minorka
  • 4G - Norra
  • 4G - Norðurírland
  • 4G - Ongland
  • 4G - Póland
  • 4G - Portugal
  • 4G - Puerto Riko
  • 4G - Rodos
  • 4G - Rumenia
  • 4G - Russland
  • 4G - Sameindu Arabisku Emiratirnar
  • 4G - Sardinia
  • 4G - Serbia
  • 4G - Sisilia
  • 4G - Skotland
  • 3G - Slovakia
  • 4G - Slovenia
  • 4G - Spania
  • 4G - Stórabretland
  • 4G - Sveis
  • 4G - Svøríki
  • 4G - Tailand
  • 4G - Turkaland
  • 4G - Týskland
  • 3G - Ukraina
  • 4G - Ungarn
  • 3G - Uruguai
  • 4G - USA
  • 4G - Wales

 

Eisini skjótt 4G samband í bólki 2

Nú kanst tú eisini reika við sera skjótum 4G sambandi í ávísum londum í bólki 2, tó noyðist tú at hava pening á tíni Nema saldo, fyri at brúka telefonina í londunum í bólki 2 . Tú kanst fylla pening á tína Nema saldo inni á mitt.nema.fo

  • 4G - Albania
  • 4G -Brasil
  • 4G -Hongkong
  • 4G -Iran
  • 4G -Katar
  • 4G -Monako
  • 4G -Nýsæland
  • 4G -Sri Lanka
  • 4G -Suðurafrika
  • 4G -Teivan

Keyp eyka data og talu at brúka í útlandinum

Nú er møguligt at keypa eyka data og talu at brúka í útlandinum, hetta er galdandi fyri lond í Bólki 1 ( Nema Útlond ) Eisini er tað nú møguligt at keypa meira data til títt familjuhald. Tú kanst keypa Familju data, ið er data sum kann brúkast av øllum limunum í tínum familjuhaldið

  • 10 tímar tala – kr. 200,-
  • 1 GB data – kr. 200,-
  • 10 GB Familju data - 119,-

Keyp eyka data og talu her