Forsíða

Endurkeyp Gávan

Hvat er Endurkeyp Gávan?

Endurkeyp Gávan er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið gera eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Allir peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður latin eina ferð um árið til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.

Nema Endurkeyp er ein tænasta, ið bjóðar viðskiftafólki at lata inn gamlar ella brúktar elektroniskar lutir, so teir kunnu vera burturbeindir ella endurnýttir burðardygt. Vit meta um virðið á vøruni eftir einum leisti, sum er ásettur av okkara undirveitara. Lægsta upphædd, ið verður útgoldin, er 20 krónur. Er luturin verdur minni enn hetta, verður upphæddin sett í Endurkeyp Gávuna. Er luturin verdur meira enn tað, fært tú eitt gávukort í býti. Tú kanst eisini lata peningin til Endurkeyp Gávuna.

Nema vil eisini gera sítt til at tálma nýtsluni av plastposum, og tað verður gjørt við dýrari plastposum. Ein plastposi hjá Nema kostar 2,50 kr. Tá ið viðskiftafólk vilja keypa ein plastposa, skulu pengarnar koma umhvørvisátøkum til góðar. Tí fer øll søla av plastposum óskerd til Endurkeyp Gávuna.

Hvat hendir við lutum, ið verða latnir inn til Nema Endurkeyp?

Vit býta innkomnar lutir í tveir bólkar:

1. Endurnýtsla

Virknar eindir fáa nýtt lív, og virkisførir lutir verða endurnýttir. Umframt hetta verða brúkiligar rávørur og ráevni sáldað frá og endurnýtt.

2. Burturkast

Tað, ið ikki kann endurnýtast, verður skilt sundur og burturbeint á rættan hátt. Serlig atlit verðin tikin til dáturnar, ið eru á eindunum. Hesar dátur verða burturbeindar eftir góðkendum altjóða mannagongdum.

Nær verður Endurkeyp Gávan latin?

Peningagávan verður latin í oktobur og freistin at senda tilnevningar inn er 31 August. Um tilmælini loyva tí, verður skipað fyri lítlum tiltaki, har ið gávan verður latin.

Hvørjar treytir eru fyri at verða tilnevndur?

Peningagávan verður handað einum ella fleiri tilnevndum einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, ið arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið, t.d.:

  • at rudda og verja náttúruna
  • at lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna
  • burðardyggar loysnir, tá ið matur og vørur verða framleidd
  • gransking og umhvørvisátøk
  • verkætlanin skal vera almenn gagnlig

Hvør kann fáa Endurkeyp Gávuna?

Peningagávan verður handað einum ella fleiri tilnevndum einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum.

Tilnevningarnar til árligu Endurkeyp Gávuna skulu sendast inn til Nema í seinasta lagi 31. mars.

Hvør letur Endurkeyp Gávuna?

Ein óheft nevnd verður sett, ið fær øll uppskot í hendi eftir freistina 31. mars. Í fyrsta umfari velur Nema nevndina, og hon skal umboða ymisk arbeiðsøki og áhugamál, ið eru viðkomandi fyri umhvørvismál. Nevndin ger síðan sjálv av, hvussu hon skal skipast aftan á fyrstu handanina.

Í nevndini sita

Poul Andrias Ziska
Kokkur

Súsanna Berg
Umhvørvisleiðari

Sjúrður Hammer
Lívfrøðingur

Helma Maria Tróndheim
Orkuverkfrøðingur

Ring 20 20 20

Far til vinnu