Dátuverndarfólk frá Nema
Nema kann vera Dátuverndarfólk hjá tykkum. Arbeiði ið Dátuverndarfólkið ger kann avroknaðst pr. tíma ella sum føst avtalð
Hvat fyri uppgávur átekur Dátuverndarfólkið sær?
Sambært lógini skal eitt dátuverndarfólk tilnevnast í hvørjari fyritøku/stovni, sum er umfatað av lóggávuni. Dátuverndarfólkinum er álagt at ráðgeva í spurningum um dátuvernd, og viðkomandi skal hoyrast í øllum málum, sum hava týdning fyri dátuverndina í felagnum ella stovninum.
Heilt ítøkiligt merkir hetta, at dátuverndarfólkið skal:
- Kunna og ráðgeva dátuábyrgdaran, dátuviðgeran og starvsfólk, sum viðgera persónupplýsingar um teirra skyldur sbrt. Løgtingslógini.
- Halda eyga við, at løgtingslógin, aðrar reglur o.a. um dátuvernd verða hildnar.
- Ráðgeva, tá ið biðið verður um tað, um avleiðingargreiningina um dátuvernd og at halda eyga við, at hon verður gjørd í samsvari við reglurnar.
- Samstarva við Dátueftirlitið.
- Virka sum samskiftisstað hjá Dátueftirlitinum í spurningum um viðgerð av persónupplýsingum.
Dátuverndarfólkið skal røkja sínar uppgávur við hóskandi fyriliti fyri tí váða, sum er knýttur at ítøkiligu uppgávuni.
Fyrimunirnir eru millum annað:
- Dátuverndarfólkið frá Nema hevur serkunnleika á økinum, og tað gevur tykkara starvsfólki frið og náðir at hugsavna seg um sítt kjarnuvirksemi.
- Tit sleppa undan at førleikamenna ella seta nýtt starvsfólk at átaka sær hesa uppgávu.
- Vit tryggja skjóta avgreiðslu og ráðgeving, tá ið eitthvørt mál stingur seg upp.
Aðrar dátuverndartænastur frá Nema
Umframt Dátuverndarfólk bjóðar Nema eisini ráðgeving og ymiskar pakkaloysnir til tykkum, ið skulu í gongd við, ella eru farin undir tykkara compliance-virksemið.
Dátuviðgeraavtalur til Nema skipanirnar
Í sambandi við at Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, hava vit á Nema gjørt eina dátuviðgerðaravtalu, ið lýkur krøvini í Dátuverndarlógini, og sum tit hava møguleika at nýta í sambandi við tykkara compliance-virksemi.
Tann nýggja Dátuverndarlógin er sera víðfevnd, og tað kann vera torført at fáa yvirlit yvir, hvat tann nýggja lógin merkir fyri teg og tína fyritøku.
Í dátuviðgerðaravtaluni fáa tit skjalfest, hvussu ábyrgdin er deild millum Nema sum veitara (dátuviðgera) og tykkum sum skipanarnýtara (dátuábyrgdara).