Forsíða

CSR politikkur

Nema er í Føroyskum hópi ein stór om umfatandi fyritøka, ið umfavnar stóran part av tí menning, ið fer fram í okkara samfelag. Okkara arbeiði speglast aftur kring landið, baði tá tað kemur til samskiftið, trygd, orkunýstlu, tøkinloysnir, umhvørvið og mangt annað.

Vit átaka okkum okkara ábyrgd og tryggja, at umhvørvið verður innarbeitt í okkara virksemið og framburð.

Vit stremba eftir at vera framsøkin og seta okkum stór mál at áhaldandi arbeiða við at seta umhvørvið á skrá við øllum ið vit gera.

Við útgangstøðið úr okkara missión, ynskja vit ígjøgnum okkara stuðuls og menningarpolitikki, at tryggja menning, framburð og kapping innan okkara virkisøkir.

Arbeiði er fari í gongd og vit koma miðvíst at kunna um okkara umhvørviðsætlanir her á síðuni.

Náttúrumuhvørvið

Tað er okkara ábyrgd, at tryggja okkum og komandi ættarliðum, eitt gott og stimbrandi umhvørvið. Við ágrýtni og greiðum málsetningum hevur Nema arbeitt umhvørvið inn í gerandisdagin og gjørt mannagongdir, ið skulu tryggja góðan og sunnan umhvørvisligan atburð.

Ferðsla og flutningur

Nema er virkið kring landið, baði tá ið tað kemur til okkara viðskiftafólk, net og ymisku deildir. Fyri at minka um útláti nýta vit framkomnar tøkniloysnir, ið gera tað lættari at samskipa og minka um koyring sum heild.
Umframt nýggjastu tøknina, so kemur el-bilurin at gerast partur av okkara bil-flota, so hvørt gomlu bilarnir vera skiftir út.

Burturbeining og endurnýstla

Elektroniskt burturkast er ein alsamt vaksandi altjóða trupulleiki og sum ein av Føroya størstu veitarum av alskins kt-útgerð, so kenna vit tað sum okkara ábyrgd at tryggja, at so nógv av hesum verður endurnýtt og burturbeint á rættan hátt, sum gjørligt.
Tí eru vit farin í samstarv við Foxway, ið er altjóða fyritøka, ið eru serkøn í burturbeining og endurnýggjan av teldum, telefonum og øðrum. Umframt burturbeiningini og endurnýggjan av vørunum, so tryggjar hetta samstarvið eisini at allar dátur vera burturbeindar uppá rættan og tryggan hátt.

Innanhýsis í Nema hava vit eisini sett sjóneykuna á ruski og javnan verður okkara gerandisdagur endurskoðaður, tá ið tað kemur til burturkast, sundurskiljing og nýstlu av plastikki, papp, pappír og øðrum.

Endurkeyp grunnurin

  1. Grunnur stovnaður til føroyskar verkætlanir, einstaklingar, felagsskapir v.m.
  2. Grunnurin er fíggjaður ígjøgnum Endurkeyp, Sølu av posum og Nema sjálvum.
  3. Grunnurin skal stuðla undir grønu leiðuna í Føroyum og vera okkara íkast til at geva øðrum møguleikan at halda áfram, ella fara í gongd við arbeiðinum ella átakinum.

Ring 20 20 20

Far til vinnu