Tíðindi

Nema tendrar nú 5G reiking
Eftir at hava roynt nýggju tøknina í nakrar mánaðir bjóðar Nema nú 5G-reiking kring næstan allan knøttin. Hetta merkir, at føroyingar, ið ferðast uttanlands, nú kunnu njóta ágóðan av skjótum 5G-sambandi á heimsstigi .Føroyingar, ið ferðast uttanlands, t.d. í páskafrí, fara at uppliva nýggju 5G-tøknina við fullari ferð, nú Nema bjóðar 5G-reiking kring allan heimin.5G er framtíðarnet á heimsstigi, og samanborið við gamla 4G-netið verður ferðin nú fleirfaldað, og tænastumøguleikarnar eru eisini uppaftur betri. 5G Í FØROYUM Í SUMMARÍ summar fer Nema eisini at tendra 5G-netið í Føroyum, sum í løtuni verið útbygt saman við Føroya Tele og Ericsson. Nema og FT-Samskifti samstarva um sendistøðirnar í nýggja føroyska 5G-farnetinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar 5G-sendistøðirnar, og 5G-netið fer at fevna um allar Føroyar og vera til gagns fyri allar brúkarar. Sostatt fáa kundarnir hjá báðum veitarum atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Dagføring 16/8-23: 5G í Føroyum er útsett til síðst í 3 kvartal av 2023. Les meira á https://nema.fo/5g/

Skála Skúli vann Grøna gávubrævið 2023
“Virðið á Grøna Gávubrævinum í ár er 29.500 krónur, sum í ár verður latin til ein skúla, ið veruliga hevur sett fokus á burðardyggar loysnir í undirvísingini. Skúlin hevur á ein savnandi og eggjandi hátt givið næmingunum áhuga, virðing og lærdóm um okkara tilfeingið, og hvussu tey kunnu gagnnýta tað á skynsaman hátt. Í skúlanum hava tey m.a. eplaveltu, tey fletta, fiska, framleiða sápu, pappír og mangt annað. Og við Grøna Gávubrævinum frá Nema, er ætlanin at keypa sær eitt vakstrarhús, so tey kunnu virka enn meira grønmeti.” segði Súsanna Berg, vegna dómsnevndina. Hetta er triðja árið, at Grøna Gávubrævið verður handað.Nema vil eisini gera sítt til at tálma nýtsluni av plastposum, og tað verður gjørt við dýrari plastposum. Ein plastposi hjá Nema kostar tí 2,50 kr. Tá ið viðskiftafólk vilja keypa ein plastposa, skulu pengarnar koma umhvørvisátøkum til góðar. Tí fer allur peningurin frá sølu av plastposum óskerdur til Endurkeyp Gávuna.Á myndini er 7. flokkur í Skála Skúla. Tó skal sigast, at allir næmingar standa sama um Grøna Skúlan.

37 nýggj lond og landspartar!
Vit hava nú lagt 37 nýggj lond og landspartar afturat í okkara útlandspakkar! Nú kanst tú eisini ferðast til: Aserbadjan Barain Bangladessj Bosnia og Hersegovina Georgia Kambodja Kili (Ikki mítt nema) Kolumbia Kongo Dominikanska tjóðveldi Egyptaland French West Indies Gana Honduras Hong Kong Indonesia Japan Kasakstan Korea Kuvait (Ikki mítt nema) Makau (Ikki mítt nema) Meksiko Moldova Nýsæland Nikaragua Pakistan (Ikki mítt nema) Filipsoyggjar Saudiarabia Suður Afrika Sudan Taivan Tunesia Singapore Katar Usbekistan Vietnam Venesuela Gev gætur, at Pakistan, Makau, Kuvait og Kili ikki eru í útlandspakkanum hjá Mítt Nema. Sí øll lond og prísir á: https://nema.fo/fartelefon/uttanlandsprisir/ Góðan túr!