Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tíðindi

Eitt farnet í Føroyum

FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og Nema eru vorðin samd um at samstarva um sendistøðirnar í nýggja farnetinum, sum FT Samskifti hevur bygt saman við Ericsson. Endaliga avtalan var undirskrivað 22. desember 2023. Veitararnir bjóða sama dekning, meðan tað framvegis er kapping um hald, produktir og tænastur. Samstarvið Samstarvið fevnir um eins atgongd til sendistøðirnar, sum kallast RAN-netið. RAN-netið veitir dekning á landi og sjógvi, og skal dekka allar Føroyar og vera til gagns fyri allar brúkarar. Sostatt fáa kundarnir hjá báðum veitarum atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet. FT Samskifti eigur og rekur RAN-netið vegna báðar veitararnar. Kappingin Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina í farnetinum. Veitararnir hava hvør sína kjarnutøkni, sum stýrir teimum hentleikum, produktum og tænastum, ið veitararnir bjóða sínum kundum. Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, og brúkarin kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar. Samstarvsbygnaðurin RAN-deild er sett á stovn hjá FT Samskifti, og deildin hevur ábyrgdina av rakstri og framhaldandi menning av RAN-netinum. RAN-deildin samskiftir beinleiðis við avvarðandi deildir hjá FT Samskifti og Nema um RAN-netið. Kundatænasta Hava kundar spurningar til farnetið ella uppliva trupulleikar, skulu teir eins og áður venda sær egnan veitara. Ofta spurdir spurningar

Nema kundar fáa nýtt farnet

Nú fáa allir føroyingar ágóðan av nýggja farnetinum. Í fyrstu atløgu er talan um dagførda 2G, 3G og 4G net. Farnetið er landsdekkandi og gevur øllum munandi betri og skjótari samband. Nema og Føroya Tele samstarva um eitt og sama farnet soleiðis, at samband og góðska verður eins fyri allar føroyingar. Í hesu vikuni, fara vit at flyta yvir á nýggja felags farnetið og orsaka av hesum, kunnu tit uppliva órógv á telefonsambandinum. Soleiðis verður arbeitt við at flyta á nýggja netið: Týsmorgunin: Norðuroyggjar Mikumorgunin: Eysturoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy Hósmorgunin: Streymoy Um tit hava trupulleikar við telefonsambandinum hetta tíðarskeiðið, viðmæla vit, at tit seta telefonina á 'Flight mode' í 30 sekund og síðan royna aftur.  Tit eru eisini vælkomin at ringja á tel. 20 20 20 ella senda ein mail til nema@nema.fo

Vit halda jól árið út

Vit hava nógvar góðar vørur á lagur, ið vit ynskja at bjóða tykkum fyri serprís. Talan er m.a. um teldur, skermar og tilhoyr so sum hesar: Dell UltraSharp U2422HE Prísur:2799,20 - 1.847,47 kr. u/mvg 24”, 1920 x 1080p @60HzInnbygda USB-C dokk v. EthernetKann stillast í hædd, tilt, svivel og pivot. Les meira Dell Latitude 9430 Prísur:15.992,00 - 12.793,60 kr. u/mvg 14″ FHD+ (1920×1200)Intel Core i5-1245U (10 Core)16GB DDR5 5200Mhz Ram512GB SSD PCIe Harðdisk Les meira Set teg í samband við okkara sølutoymi og fá ein góðan prís uppá tað, ið tær tørvar. Nú við enn fleiri GB hvønn mðr. Jólini komu tiðliga í ár, serliga fyri okkara vinnukundar, ið hava fartelefonhald og farnet frá okkum. Vit hava nemliga hækkað GB í flest øllum haldum. Sí hvørjar broytingar vit hava gjørt við títt hald: Fartelefonhald 2GB vinnuhald -> 3GB 14GB Vinnuhald -> 16GB 26GB Vinnuhald -> 32GB 40GB Vinnuhald -> 45GB 60GB Vinnuhald -> 65GB Nýtt hald: 8GB - Kr. 149,- u/mvg pr. mðr. Farnet / datahald 50GB datahald -> 400GB Farnet hald 500GB datahald –> 600GB Farnet hald 750GB datahald –> 800GB Farnet hald Nýtt hald: 75GB - Kr. 249,- u/mvg pr. mðr. Nýtt hald: 300GB - Kr. 300,- u/mvg pr. mðr.

Nema ynskir Noto vælkomin

Nema er ein tele- og KT fyritøka, ið eisini selur skrivstovulutir. Fyri at lyfta skrivstovulutirnir á eitt hægri støði, hevur Nema avgjørt at leggja skrivstovulutir í egið felag. Tað merkir, at frá 1. januar vísa vit, øllum okkara viðskiftafólkum, ið ynskja skrivstovulutir, til Noto. Noto verður skipað við egnum samleika og leiðslu, og tað verður Jenny Næs, ið kemur at standa á odda fyri hesum. Jenny hevur starvast innan økið hjá Nema, tey seinastu 11 árini, og hon verður stjóri í nýggja felagnum.  Frá 18. desember verður møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis lagrið hjá Noto, ið framhaldandi verður á Smyrilsvegi 5. Harafturat er møguligt at bíleggja skrivsstovulutir umvegis teldupost, telefon og selt verður eisini í útgangandi sølu. Viðskiftafólk eru framvegis vælkomin inn á lagrið hjá Noto at bíleggja og heinta vøruna. Frá 1. januar verður eisini møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis nýggjan nethandilin hjá Noto. Upplatingartíðin á lagrinum eru: mánadag - hósdag frá 11 - 15. Fríggjadagar og í vikuskiftinum er bert møguligt at bíleggja vøru umvegis mail, Jenny@noto.fo ella á telefon 755 000. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langaard, stjóra á Nema, á tlf. 502050 ella Jenny Næs, stjóra á Noto, á tlf. 755 000.  Noto deilir inngongd við Damfar, og liggur til høgru, tá tú kemur niðan ígjøgnum trappurnar. sí mynd. Ynskir tú at hoyra nærri um nýggju fyritøkuna og nethandilin, kanst tú skriva teg upp til tíðindabrævið her.

Soleiðis hava vit opið í desember

Í Tórshavn 19. – 23. desember kl. 10-20.24. – 26. desember – Stongt 27. desember kl. 14 – 17.3028. desember kl. 10 – 17.3029. desember til 1. januar – Stongt Í Klaksvík 19. – 23. desember kl. 10-20.24 – 26. desember - Stongt27. desembur kl. 14 – 17.3028 – 29. desember kl. 10-17.3030. og 31. desember - Stongt1. Januar - Stongt Jólagávunar finnur tú hjá okkum Allan desembermánaða selja vit eina rúgvu av góðum vørum við avsláttri. Sí eisini jólagávuhugskot á nethandli okkara. Vit vita, hvørjar jólagávur øll vilja Nema við. Vitja nethandilin Vit eru flutt! Nema handilin í Tórshavn er fluttur. Vit eru tó ikki farin so langt og eru enn í sama bygningi. Kom og vitja okkum í teimum flottu, nýggju hølunum.

Fipurnet til Toftir og Saltnes!

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja í hesum adressum: Toftir Saltnes Undanbílegg áðrenn 17. november ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt eftirfylgjandi bílegging av beinaran, uppsetan, gjaldið fyri montør og annað. Hetta er tí eiin fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging

Einstaklinga Ung og Familja Ung haldini fara í søguna

Mikudagin 15. novembur fara Einstaklingahald Ung og Familja Ung í søguna. Einfalda orsøkin er, at tøknin, ið umsitur hesi hald, fer úr gildi. Hetta hevur við sær, at vit eru noydd at fáa allar kundar í hesum haldum at flyta í eitt annað hald.Um tú ert ein av hesum kundum, so er møguligt at flyta haldini yvir til Mítt Nema (maks 6 hald), ella forseta á einum familjuhaldi: Fyrimunir við Mítt Nema Við nýggju sjálvgreiðsluni, Mítt Nema, er tað einfalt og skjótt at avgreiða skiftið umvegis Nema appina ella netið.Leinkið, at heinta sjálvgreiðsluna til appina er niðanfyri. Trýst her, um tú vilt gera tað umvegis telduna/netið.Fyrimunir við Mítt Nema eru m.a.: Ongar eykarokningar Betri roaming tænasta Gev data og bið data frá øðrum. Nýmótans sjálvgreiðsla, ið ger tað lætt at umsita tíni hald Datarull, ið flytir restina av data yvir til komandi mánað. Forseta sum vanligt familjuhald: Títt hald verður flutt yvir í eitt Familjuhald sjálvvirkandi tann 15. novembur. Tó kanst tú altíð flyta verandi hald yvir til Mítt Nema eftirfylgjandi.Gevið gætur, at eingin avmarking er á nýtsluni á hesum haldi, og harvið er møguleiki fyri eykarokningum við meirnýtslu. Ivast tú enn? Ring til okkum á tlf. 202020 og vit hjálpa tær fegin. Gev gætur, at tað einans er møguligt, at skráseta gjaldskort til tænasturnar frá Nema í løtuni. Heinta Mítt Nema appina her

Faroe Express Stafettin: Vit eru við

Leygardagin 26. august luttóku 21 fólk frá Nema í Faroe Express Stafettini. Nema er ein errin høvðusstuðul, og vit gleða okkum longu til stafettina í 2024.

Løgreglan: Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja…

Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum. Børn eru í dag sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, og tey samskifta sínámillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Tey hava atgongd til alskyns undirhald, myndir, filmsbrot, tíðindi um hendingar kring heimin og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, tó at vit eisini vita, at vandi er fyri bæði happing og øðrum keðiligum tilburðum. Harafturat vita vit, at tað meira enn so kemur fyri, at børn eisini eru fyri ágangi, og í summum førum álvarsomum ágangi.Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna, tí at á netinum eru fólk tíverri ikki altíð tey, sum tey siga seg vera. Fyri at tekkjast einum yngri málbólki kunnu tey hava stovnað sær ein falskan vanga, har tey til dømis kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey í roynd og veru eru komin væl til árs.Ungir tannáringar eru í størsta vandabólki fyri at verða lokkað ella groomað av kynsligum misnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag fyri at vinna teirra álit og trúnað. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut: Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað longu hevur gjørt okkurt ‘býtt’ Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki taka seg upp Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga, hvønn tey spæla ella samskifta við BOÐA LØGREGLUNI FRÁ Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgregluni frá.Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym allar kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, harumframt eisini brúkaranavn og neyvar upplýsingar um, nær hendingin fór fram. Góðar heimasíður til foreldur at fáa nærri kunning, vitan og góð ráð Den sikre side – Fá vitan um, hvat kann møta barni tínum online – umframt góð ráð um, hvussu tú hjálpir barninum at ferðast trygt á netinum.https://sikreside.dk/ SLETDET Rådgivningen - Ókeypis ráðgeving í trúnaði um talgildan ágang og ódámligar hendingar á netinum.https://sletdet.redbarnet.dk SSP – Ferðast á netinum:https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ Red Barnet – Góð ráð til foreldurhttps://redbarnet.dk/foraeldre Red Barnet – Um at vera tryggur á netinumhttps://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/ 

Tilnevningar til Grøna gávubrævið 2024

Tað er nú aftur møguligt at tilnevna til Grøna Gávubrævið, ið árliga verður latið av Endurkeyp Grunninum hjá Nema. Endurkeyp Grunnurin er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið eru føroyska umhvørvinum at frama. Allur peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður eina ferð um árið latin einum ella fleiri einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, sum hava gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Hvørjar eru treytirnar fyri at verða tilnevndur? Fyri at kunna tilnevnast skal einstaklingurin, áhugabólkurin ella felagsskapurin arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið í Føroyum t.d. við: At rudda og verja náttúruna At lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna Burðardyggum loysnum innan mat- og vøruframleiðslu Gransking og umhvørvisátøkum Verkætlanin skal vera almenn gagnlig Tilnevn til Grøna Gávubrævið her Les meira um Grøna Gávubrævið her

1 3 4 5 6