Tíðindi

Skrivstovulærlingur til Kundarøktina hjá Nema
Ert tú klár/ur til eina spennandi byrjan á tína yrkisleið? Nema søkir eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum skrivistovulærlingi til kundarøktina í Tórshavn. Vit bjóða tær ein gyltan møguleika at gerast partur av eini dynamiskari og framfýsnari fyritøku innan tele- og samskiftistøkni í Føroyum. Um starvið Sum skrivistovulærlingur í kundarøktini verður tú ein lyklapersónur í okkara toymi, ið veitir hjálp og ráðgeving til kundar okkara. Tínar uppgávur fara at fevna um: Ráðgeving og avgreiðslu av telefon-, breiðbands- og teldupostspurningum Samstarv við ymisku deildarnir, á Nema, fyri at tryggja hægsta kundanøgdsemi Dagligar skrivistovuuppgávur og kundasamskifti. Starvsstaðurin er á okkara skrivstovu á Smyrilsvegi 5 í Tórshavn, og arbeiðistíðin er 40 tímar um vikuna. Um teg Vit leita eftir tær, sum er: Tænastusinnað/ur, fyrikomandi og dugir væl at samskifta Málsøkin og kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi Dugir at hava fleiri bóltar í luftini samstundis Hevur rímiligan telduførleika, lærunemm/ur og áhugað/ur í sjálvmenning Vit bjóða tær Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum livandi og professionellum umhvørvi Møguleikar at menna teg bæði persónliga og fakliga Uppgávur og ábyrgd sum samsvara við tínar vaksandi førleikar Nema Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Á Nema starvast á leið 75 fólk í Havn og í Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi innan øll øki. Forvitin? Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Joan Edvør Thomasen, leiðaran í kundarøktini, á tel. 502057 ella á jet@nema.fo. Umsøknir Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast inn á leinkjuni niðanfyri: Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi, fríggjadagin 13. septembur 2024.

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á Strondum
Undanbílegg áðrenn 15. juli ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt eftirfylgjandi bílegging av beinaran, uppsetan, gjaldið fyri montør og annað. Hetta er tí eiin fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging

Vit økja um trygdina
Orsaka av tí vaksandi talinum av talgildum álopum í Føroyum, og í grannalondum okkara, ynskja vit at økja um trygdina, og gera tað enn verri hjá teldusníkum at sleppa inn á skipanirnar frá okkum. 1. januar 2025 fara vit at virka two factor authentication til allar umsitarar, ið hava atgongd til hýsing hjá Nema. Tó hava tit møguleika at seta hetta í verk longu nú. Sum brúkari av okkara skipanum, ynskja vit at vísa á møguleikan, at seta í verk 2 factor authentication (2FA) til umsitarnar, ið hava beinleiðis atgongd til hýsingina. Við at nýta hesa tænastu avmarkar tú vandan fyri, at óviðkomandi sleppa inn á tykkara skipan. Gev gætur, at hetta einans er fyri umsitarar, og hevur kundin fleiri skipanir á hýsingin hjá Nema, so er einans neyðugt at aktivera 2FA á brúkaran til hýsingina og ikki til hvørja einkulta skipan. Frá 1. januar 2025 seta vit hetta sum krav til øll, ið rita inn á hýsing hjá Nema. Vit vilja tó staðiliga viðmæla, at tit gera hetta sum skjótast. Hvat er 2FA? 2FA er eitt eyka trygdarlag, har tú knýtir tvær serskiltar samleika eindir (ella hættir) saman. Hetta er við til at tryggja, at tað veruliga er tú, ið ritar inn. T.d. verða teldupostar og skipanir ofta knýttar við títt telefonnummar ella eina app á tíni telefon. Sostatt skal tú bæði kenna brúkaranavn og loyniorð, umframt hava telefonnummar ella appina tøka, fyri at rita inn. Hvussu virkar tað? Tú ritar inn, á Nema skipanirnar, við tínum brúkaranavni og loyniorði. Heldur enn at fáa beinleiðis atgongd til skipanirnar, verður tú biðin um at geva ein upplýsning afturat, ið kemur frá einari app á tíni telefon. Krøv Fyri at fáa 2FA til skipanirnar hjá Nema, skalt tú hava eina snildtelefon, ið kann hava eina sokallaða ’Authenticator’ app. 2FA verður sjálvvirkandi sett í verk 1. januar 2025, men vit mæla øllum okkara hýsing kundum til, at seta 2FA tænastuna í verk sum skjótast. Samband Ynskja tit at økja um trygdina og at taka av hesum tilmæli áðrenn 1. januar, eru tit vælkomin at ringja á tlf. 347112 ella skriva til support@nema.fo, síðani seta vit okkum í samband við tykkum.

Fipurnet til Vestmanna, Klaksvík & Tórshavn
Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum: Fjallsvegur, Vestmanna Bumshamarsvegur 38, Klaksvík Torvgøta 31, Klaksvík Smiðjugerði, Tórshavn Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging

Marcus & Martinus á 2 fyri 1 appini
Stóra konsertin við Marcus & Martinus verður 28. septembur í Høllini á Hálsi, og nú kanst tú sum telefonkundi hjá Nema, ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 450 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey atgongumerki. Ynskir tú at ogna tær 2 atgongumerki fyri 1 prís, skalt tú koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík. Sølan av atgongumerkjum fyri hendan prísin er sera avmarkað, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á 2 atgongumerki pr. Nema kunda. Um Markus og MartinusTvillingabeiggjarnir eru millum teir størstu, innan popp tónleik, í Skandinavnia. Teir 21 ára gomlu beiggarnir, úr Norra, hava fingið sera góða móttøku í tey 10 árini, teir hava verið á tónleikapallinum. Nú fara teir á tónleikaferð, og vit eru so heppin, at Marcus og Martinus eisini leggja leiðina framvið føroysku oyggjarnar. Í hesi 10 árini hava teir m.a. hitað upp fyri Jason Derulo og havt nógvar konserir, ið hava verið útseldar innan fáar minuttir. Ein av sangunum hjá teimum, Elektrisk, hevur norskt met og er tann mest spældi norski sangurin nakrantíð. Somuleiðis hava teir hundrað milliónir av stroymingum á tænastum sum Youtube og Spotify. í ár umboðaðu teir Svøríki til Eurovision og endaðu á einum 9. plássi. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Tillagingar á Mítt Nema
Vit hava gjørt broytingar í familjuhaldunum á Mítt Nema, bæði við prístillaginum men eisini við data pakkunum. Hesar broytingar koma at ávirka flestu av okkara kundum. Summi koma at gjalda upp til 40 kr. meir, men summi koma eisini at spara upp til 40 kr. hvønn mánaða. Umframt prístillagingar, hava vit broytt datapakkarnar soleiðis, at flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða. Nú við enn meira data Broytingar eru gjørdar í data pakkunum soleiðis, at tey allar flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða. 2GB haldið verður óbroytt 5GB verður til 12GB 15GB verður til 32GB 30GB verður til 52GB 50GB verður til 102GB. Prístillagingar á Familjuhaldunum Fyrrverandi prísir og hald: Hald2GB5GB15GB30GB50GB1149 kr.199 kr.249 kr.289 kr.369 kr.2309 kr.359 kr.409 kr.449 kr.529 kr.3369 kr.419 kr.469 kr.509 kr.589 kr.4419 kr.469 kr.519 kr.559 kr.639 kr.5469 kr.519 kr.569 kr.609 kr.689 kr.6519 kr.569 kr.619 kr.659 kr.739 kr. Fylgjandi prísir eru nú galdandi fyri familjuhaldini á Mítt Nema: Hald2GB12GB32GB52GB102GB1149 kr.199 kr.249 kr.289 kr.369 kr.2269 kr.339 kr.409 kr.449 kr.529 kr.3339 kr.409 kr.479 kr.519 kr.599 kr.4405 kr.475 kr.539 kr.579 kr.659 kr.5471 kr.541 kr.599 kr.639 kr.719 kr.6537 kr.607 kr.659 kr.699 kr.779 kr. Eru ivamál um tillagingarnar ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin inn á gólvið í handlunum í Havn ella í Klaksvík. Harafturat svara vit telefonini á 202020, allar gerandisdagar millum 9 og 16. Tíðindi

Vinn eina ferð fyri tvey til London
Vit eru í gávuhýri og ynskja at forkela okkara kundar við einari ferð til London við Atlantic Airways. Vit gjalda fyri bæði flogferðaseðlar, uppihald og geva tykkum lummapening við til túrin. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 1. juni til 12. juli, eru við í lutakastinum. Treytir - Kappingin er bert galdandi fyri fjarskiftiskundar hjá Nema. Vinningurin skal nýtast áðrenn 31. august 2024 og talan er um dupultkamar á gistingarhúsið í London. Lummapeningurin, áljóðandi 5.000kr, verður útflýggjaður við fráferð. Um tað ikki er møguligt at ferðast í hesum tíðarskeiðnum, verður annar vinnari trektur. Vinn gávukort og atgongumerkir til Voxbotn Vit eru í gávuhýri og til 12. juli fara vit at burturluta gávubrøv á 500 kr. frá Hvonn, Effo og Kafé Kaspar. Harafturat fara vit at trekkja lut um tvey atgongumerkir til VoxbotnFylg við á Facebook og Instagram síðuni fyri at luttaka í kappingunum um gávubrøv og Voxbotn atgongumerki. Instagram Facebook Effo bilvask erávegis á 2 fyri 1 appina Keyp eitt Super bilvask frá Effo og fá næsta bilvaskið ókeypis. Tá tú keypir bilvask frá Effo og skannar QR kotuna við 2 fyri 1 appini, fært tú tveir virðislyklar fyri sama prís. Goym tann seinna virðislykilin í bilinum ella gev onkrum, ið tú ert góður við, eitt ókeypis bilvask. 2 fyri 1 tilboð

Vit siga farvæl til Kallnet servaran
Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi. Seinastu árini eru trygdarkrøvini harnaði nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hava vit, á Nema, tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servarnar skjótast tilber. Í staðin verður flutt yvir á Office 365. Tað verður framhaldandi møguligt at varðveita @kallnet.fo teldupostaddressuna fyri eitt mánaðarligt gjald. Gev gætur: Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Les meira niðanfyri Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara Eftir 30.september 2024 /, 1. mai 2025 verður ikki møguligt at rita inn á núverandi Kallnet servaran/heimasíðuna. Hetta hevur við sær, at tit ikki fáa sent ella lisið teldupostar á tykkara núverandi Kallnet konto. Hvat fyri teldupostar vera ávirkaðir? Eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025 verður øll atgongd til teldupostadressurnar strikað. Talan er um teldupostar, ið enda við: @teldupost.fo - @altfyrieitt.fo - @babba.fo - @beiggi.fo - @mamma.fo - @systi.fo - @kallnet.fo Summir vinnukundar hava sína egnu teldupostadressu á kallnet og hesar verða eisini strikaðar, um annað ikki er umbiðið. Hvat hendir við teldupostunum eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025? Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Tað er einans Kallnet skipanin, ið verður niðurløgd. Teldupostarnir/dáturnar vera goymdar í upp til 1 ár, um tørvur er á tí. Setið tykkum í samband við okkum, á tlf. 202020, um tað eru ivamál vv. hesum. Hvørjir møguleikar eru? Vit ynskja at vísa á og at hjálpa tykkum við at finna aðrar loysnir, so sum Gmail ella Office 365 teldupostaddressur. Umframt hetta kunnu vit hjálpa tykkum at flyta allar dátur yvir á nýggju tænastuna. Sí niðanfyri: O365 Office 365 ein loysn frá Microsoft, ið kostar Kr. 47,- u/mvg (Kr. 58,75 v/mvg) um mánaðin. Við hesum mánaðargjaldinum fært tú hópin av øðrum fyrimunum, so sum: One Drive, ið gevur tær 1000+ GB goymslupláss á skýnum Office Pakka á netinum, ið gevur tær atgongd til m.a. Word, Excel og PowerPoint Møguleika at framhaldandi nýta @kallnet.fo teldupostaddressuna. Gmail Gmail er ein ókeypis loysn frá Google. Hevur tú eina Google konto, er hendan skipanin sera skjót at koma í gongd við. Stovna eina Gmail konto her Vit eru til reiðar at hjálpa Vit hjálpa tær fegin við at stovna kontur og at flyta dátur, frá tykkara Kallnet kontu, yvir á tí telduposttænastu, ið tit ynskja. Stovningargjald Kr. 495,- u/mvg (Kr. 618,75 v/mvg) At flyta dátur á nýggja telduposttænastu Kr. 695,- u/mvg (Kr. 868,75 v/mvg) Tá kundar hava skift til Gmail ella O365, kann Nema seta sjálvvirkandi svar á gomlu teldupostaddressuna, við boðum um at senda teldupost til nýggju teldupostadressuna. Ring til okkum á 202020 og hoyr nærri, ella fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Nema setur altíð trygdina og tænastuna í hásætið, og har megnar Kallnet ikki at fylgja við. Vit harmast um støðuna hjá okkara Kallnet brúkarum og standa klár at hjálpa, um tørvur er á tí. Fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.

Vinnarin av Apple iPad
Vit eru í gávuhýri og trekkja aftur lut um ein lekkran iPad. Fyll teigarnar út niðanfyri og ver við í lutakastinum.Vinnarin er funnin: Til lukku: Inga Kristiansen

Fipurnet til Hellurnar
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja til øll, ið búgva á Hellunum. Undanbílegg áðrenn 30. mai So sparir tú pengar og sleppur undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging