Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Privat tíðindi

5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.

Faroe Express Stafettin: Vit eru við

Leygardagin 26. august luttóku 21 fólk frá Nema í Faroe Express Stafettini. Nema er ein errin høvðusstuðul, og vit gleða okkum longu til stafettina í 2024.

Løgreglan: Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja…

Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum. Børn eru í dag sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, og tey samskifta sínámillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Tey hava atgongd til alskyns undirhald, myndir, filmsbrot, tíðindi um hendingar kring heimin og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, tó at vit eisini vita, at vandi er fyri bæði happing og øðrum keðiligum tilburðum. Harafturat vita vit, at tað meira enn so kemur fyri, at børn eisini eru fyri ágangi, og í summum førum álvarsomum ágangi.Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna, tí at á netinum eru fólk tíverri ikki altíð tey, sum tey siga seg vera. Fyri at tekkjast einum yngri málbólki kunnu tey hava stovnað sær ein falskan vanga, har tey til dømis kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey í roynd og veru eru komin væl til árs.Ungir tannáringar eru í størsta vandabólki fyri at verða lokkað ella groomað av kynsligum misnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag fyri at vinna teirra álit og trúnað. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut: Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað longu hevur gjørt okkurt ‘býtt’ Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki taka seg upp Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga, hvønn tey spæla ella samskifta við BOÐA LØGREGLUNI FRÁ Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgregluni frá.Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym allar kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, harumframt eisini brúkaranavn og neyvar upplýsingar um, nær hendingin fór fram. Góðar heimasíður til foreldur at fáa nærri kunning, vitan og góð ráð Den sikre side – Fá vitan um, hvat kann møta barni tínum online – umframt góð ráð um, hvussu tú hjálpir barninum at ferðast trygt á netinum.https://sikreside.dk/ SLETDET Rådgivningen - Ókeypis ráðgeving í trúnaði um talgildan ágang og ódámligar hendingar á netinum.https://sletdet.redbarnet.dk SSP – Ferðast á netinum:https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ Red Barnet – Góð ráð til foreldurhttps://redbarnet.dk/foraeldre Red Barnet – Um at vera tryggur á netinumhttps://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/ 

Tilnevningar til Grøna gávubrævið 2024

Tað er nú aftur møguligt at tilnevna til Grøna Gávubrævið, ið árliga verður latið av Endurkeyp Grunninum hjá Nema. Endurkeyp Grunnurin er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið eru føroyska umhvørvinum at frama. Allur peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður eina ferð um árið latin einum ella fleiri einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, sum hava gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Hvørjar eru treytirnar fyri at verða tilnevndur? Fyri at kunna tilnevnast skal einstaklingurin, áhugabólkurin ella felagsskapurin arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið í Føroyum t.d. við: At rudda og verja náttúruna At lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna Burðardyggum loysnum innan mat- og vøruframleiðslu Gransking og umhvørvisátøkum Verkætlanin skal vera almenn gagnlig Tilnevn til Grøna Gávubrævið her Les meira um Grøna Gávubrævið her

Nema tendrar nú 5G reiking

Eftir at hava roynt nýggju tøknina í nakrar mánaðir bjóðar Nema nú 5G-reiking kring næstan allan knøttin. Hetta merkir, at føroyingar, ið ferðast uttanlands, nú kunnu njóta ágóðan av skjótum 5G-sambandi á heimsstigi .Føroyingar, ið ferðast uttanlands, t.d. í páskafrí, fara at uppliva nýggju 5G-tøknina við fullari ferð, nú Nema bjóðar 5G-reiking kring allan heimin.5G er framtíðarnet á heimsstigi, og samanborið við gamla 4G-netið verður ferðin nú fleirfaldað, og tænastumøguleikarnar eru eisini uppaftur betri. 5G Í FØROYUM Í SUMMARÍ summar fer Nema eisini at tendra 5G-netið í Føroyum, sum í løtuni verið útbygt saman við Føroya Tele og Ericsson. Nema og FT-Samskifti samstarva um sendistøðirnar í nýggja føroyska 5G-farnetinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar 5G-sendistøðirnar, og 5G-netið fer at fevna um allar Føroyar og vera til gagns fyri allar brúkarar. Sostatt fáa kundarnir hjá báðum veitarum atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Dagføring 16/8-23: 5G í Føroyum er útsett til síðst í 3 kvartal av 2023. Les meira á https://nema.fo/5g/

Skála Skúli vann Grøna gávubrævið 2023

“Virðið á Grøna Gávubrævinum í ár er 29.500 krónur, sum í ár verður latin til ein skúla, ið veruliga hevur sett fokus á burðardyggar loysnir í undirvísingini. Skúlin hevur á ein savnandi og eggjandi hátt givið næmingunum áhuga, virðing og lærdóm um okkara tilfeingið, og hvussu tey kunnu gagnnýta tað á skynsaman hátt. Í skúlanum hava tey m.a. eplaveltu, tey fletta, fiska, framleiða sápu, pappír og mangt annað. Og við Grøna Gávubrævinum frá Nema, er ætlanin at keypa sær eitt vakstrarhús, so tey kunnu virka enn meira grønmeti.” segði Súsanna Berg, vegna dómsnevndina. Hetta er triðja árið, at Grøna Gávubrævið verður handað.Nema vil eisini gera sítt til at tálma nýtsluni av plastposum, og tað verður gjørt við dýrari plastposum. Ein plastposi hjá Nema kostar tí 2,50 kr. Tá ið viðskiftafólk vilja keypa ein plastposa, skulu pengarnar koma umhvørvisátøkum til góðar. Tí fer allur peningurin frá sølu av plastposum óskerdur til Endurkeyp Gávuna.Á myndini er 7. flokkur í Skála Skúla. Tó skal sigast, at allir næmingar standa sama um Grøna Skúlan.

37 nýggj lond og landspartar!

Vit hava nú lagt 37 nýggj lond og landspartar afturat í okkara útlandspakkar! Nú kanst tú eisini ferðast til: Aserbadjan  Barain  Bangladessj  Bosnia og Hersegovina  Georgia  Kambodja  Kili (Ikki mítt nema)  Kolumbia  Kongo  Dominikanska tjóðveldi   Egyptaland  French West Indies  Gana  Honduras  Hong Kong  Indonesia  Japan  Kasakstan  Korea  Kuvait (Ikki mítt nema)  Makau (Ikki mítt nema)  Meksiko  Moldova  Nýsæland  Nikaragua  Pakistan (Ikki mítt nema)  Filipsoyggjar  Saudiarabia  Suður Afrika  Sudan  Taivan  Tunesia  Singapore  Katar  Usbekistan  Vietnam  Venesuela  Gev gætur, at Pakistan, Makau, Kuvait og Kili ikki eru í útlandspakkanum hjá Mítt Nema. Sí øll lond og prísir á: https://nema.fo/fartelefon/uttanlandsprisir/ Góðan túr!

1 2