Farnet

Tillagingar av Farnetinum
Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið. Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar og bólka teir í: Tann stóri pakkin, miðal pakkin og lítli pakkin. Harafturat hava vit Data fleks, ið hóskar seg til tey, ið hava tørv á data hvønn dag. Hendan broyting hevur við sær, at nakrir Farnetpakkar verða niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Farnet til tín tørv Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Sí allar okkara farnet pakkar her. Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 25 krUm nýtsla er: 20 kr pr./dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av 'Royn frítt í 30 dagar'. Bílegg her Hvat Farnet skal eg velja? Frítt Farnet - Um tit eru fleiri í húskinum, har øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað. Eingin avmarking. 500 GB - Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýtsla er til dagligt. 75 GB - Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýtslu so sum at lesa tíðindi, hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar. Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða? Stroyma filmar (2 tímar um dagin) - 150 til 200 GB/mðn.Gaming (1 tíma um dagin) - 3 til 12 GB/mðn.Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) - 6 til 10 GB/mðn.Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) - 1 til 2 GB/mðn. Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir, og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er. Tískil skal fyrivarni takast fyri hesum metingum. Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Løgreglan: Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja…
Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum. Børn eru í dag sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, og tey samskifta sínámillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Tey hava atgongd til alskyns undirhald, myndir, filmsbrot, tíðindi um hendingar kring heimin og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, tó at vit eisini vita, at vandi er fyri bæði happing og øðrum keðiligum tilburðum. Harafturat vita vit, at tað meira enn so kemur fyri, at børn eisini eru fyri ágangi, og í summum førum álvarsomum ágangi.Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna, tí at á netinum eru fólk tíverri ikki altíð tey, sum tey siga seg vera. Fyri at tekkjast einum yngri málbólki kunnu tey hava stovnað sær ein falskan vanga, har tey til dømis kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey í roynd og veru eru komin væl til árs.Ungir tannáringar eru í størsta vandabólki fyri at verða lokkað ella groomað av kynsligum misnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag fyri at vinna teirra álit og trúnað. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut: Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað longu hevur gjørt okkurt ‘býtt’ Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki taka seg upp Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga, hvønn tey spæla ella samskifta við BOÐA LØGREGLUNI FRÁ Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgregluni frá.Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym allar kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, harumframt eisini brúkaranavn og neyvar upplýsingar um, nær hendingin fór fram. Góðar heimasíður til foreldur at fáa nærri kunning, vitan og góð ráð Den sikre side – Fá vitan um, hvat kann møta barni tínum online – umframt góð ráð um, hvussu tú hjálpir barninum at ferðast trygt á netinum.https://sikreside.dk/ SLETDET Rådgivningen - Ókeypis ráðgeving í trúnaði um talgildan ágang og ódámligar hendingar á netinum.https://sletdet.redbarnet.dk SSP – Ferðast á netinum:https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ Red Barnet – Góð ráð til foreldurhttps://redbarnet.dk/foraeldre Red Barnet – Um at vera tryggur á netinumhttps://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/

Góð ráð til heimanet
Samstundis sum alsamt fleiri eindir koma á heimanetini, og nýtslan á hvørjari eind veksur, fáa vit eisini fleiri og fleiri fyrispurningar um góð ráð viðvíkjandi heimanetinum. Her eru nøkur teirra: Stilla beinaran frítt fyri, so at einki forðar sambandinum Um sambandið ikki er nøktandi, har ið tað skal nýtast, so er ráðiligt at flyta beinaran Nýt kápilin, har tað ber til. Serliga til tær eindir, ið nýta nógv data til stroyming og líknandi Skal beinarin senda við 2,4 GHz ella 5 GHz? 5 GHz er skjótari, men røkkur ikki líka langt Tryggja tær, at beinarin ikki er ov gamal. Í hesum tíðum eru teir ótíðarhóskandi aftaná 3-4 ár Tryggja tær, at bæði beinarin og eindirnar á netinum eru dagførd Afturat øllum hesum skal man sjálvsagt eisini hyggja eftir, um man hevur nóg skjótt samband inn til húsini ella íbúðina. Vit uppliva sum oftast, at tað er órógvið inni í húsinum, ið er trupuleikin, og ikki sjálv veitingin av netinum. Tað kann tó koma fyri, at kopar-kaðalar ikki eru í nøktandi standi, ella at útgerðin/netið í umráðnum antin hevur fingið skaða, ella er heilt slitið.