Forsíða

Vinnarin av Nema Endurkeyp gávuni er Ný Ný

Á árliga evniskvøldinum á umhvørvisvikuni í gjárkvøldið bleiv Endurkeyp Gávan handað.

Sjúrður Hammer, ið umboðaði óheftu dómsnevndina, segði soleiðis um Ný Ný:

”Gávan fer í ár til eitt nýtt átak, sum á sín hátt partvíst snýr seg um tað sama, sum Nema Endurkeyp er um, nevniliga at endurnýta og leingja nyttuna av einum luti við at bøta um og tillaga ella at geva lutum eitt nýtt lív við at broyta hann.

Vinnarin av Nema Endurkeyp gávuni er Ný Ný.

Eg havi skilt á lagnum, at Ný Ný bleiv stovnað út frá einari kenslu av, at tað kann ikki vera rætt, at vit í Føroyum skulu brenna klæðir. Og hetta má sigast at vera logikkur fyri búrhøsn, og um vit skulu gera munagóð framstig at menna ringbúskap í Føroyum, so mugu vit gera alt fyri at leingja um livitíðina á teimum lutum, sum vit brúka. Tá ið teir slítast, so skulu vit læra okkum at bøta um og gera aftur og í øðrum førum at endurhugsa pløgg og lutir – tað er tað, sum Nýnýtsla snýr seg um. 

Men Ný Ný er eitt sindur meira enn ein verkstaður. Tað er ein roynd hjá nøkrum eldsálum at skapa eina nýggja mentan, sum vendir sær frá einnýtisnýtslu til at virða og virðismeta tilfar fyri tað, sum tað er. Tann sansaliga kollveltingin er nú komin til Føroya.

Við at geva Ný Ný hendan heiðurin, vóna vit, at tit góðu fólk aftan fyri hetta átakið fáa enn meira áræði til at víðka um tykkara virksemi.

Til lukku!”

Nema ynskir eisini Ný Ný til lukku við Endurkeyp Gávuni 2022. Í ár varð upphæddin 27.500 krónur.

Á heysti 2021 vórðu 30.000 krónur latnar til Tálgaverk.

Ring 20 20 20

Far til vinnu