Forsíða

Spennandi starv sum KT-stjóri í Nema

– Hevur tú dirvið til at seta mál, finna loysnir og skapa úrslit? Hevur tú evni til at menna og leiða onnur fólk? Og hevur tú hug til at styrkja eina av føroya fremstu fyritøkum innan KT?

So er tað møguliga tær, vit leita eftir! Júst nú sóknast vit nevniliga eftir rætta persóninum til at røkja týdningarmikla starvið sum KT-stjóri í Nema.

Síðan vit í Nema fingu fyrstu telduna til Føroya, hava vit nevniliga staðið á odda og verið ein av føroya fremstu veitarum av KT-loysnum, skipanum og útgerð. Í dag bjóða vit eisini okkara vinnu- og privatkundum alt innan hýsing, netloysnir, trygd, rakstur av KT-loysnum, KT-support, printara loysnir og verkstað.

Starvið
KT-stjórin hevur ábyrgd av rakstrinum og menningini av okkara KT-deild, umframt søluni av loysnum og tænastuveitingum. Á deildini starvast tilsamans 25 fólk, og KT-stjórin hevur til uppgávu at samskipa arbeiðsgongdina, og saman við starvsfeløgum tryggja, at trivnaður, rakstur og tænastur altíð eru í hásæti. KT-stjórin er partur av leiðsluni og vísir til stjóran.

Starvið er fulla tíð og verður lønt sambært avtalu.


Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir og gjarna eisini viðkomandi KT-útbúgving. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur handilsligt tev og innlit í føroyska vinnulívið.
Tað er sera umráðandi, at tú hevur góð evni at skilja, vegleiða og samstarva við onnur – bæði kundar og starvsfólk.
Harafturat krevst eisini, at tú dugir væl at samskifta á bæði føroyskum og enskum.

Spurningar um starvið kunnu setast Gudny Langgaard, stjóra, á tlf. 502050 ella gla@nema.fo

Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Freistin at søkja starvið er leygardagin 20. november 2021
Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til hrdeild@nema.fo

Ring 20 20 20

Far til vinnu