Forsíða

5G – Eitt farnet í Føroyum

Eitt farnet í Føroyum

FT Samskifti, dóttirfelag í Føroya Tele-samtakinum, og Nema eru vorðin samd um at samstarva um sendistøðirnar í nýggja farnetinum, sum FT Samskifti letur byggja saman við Ericsson. Avtalan kemur í gildi, tá ið nýggja farnetið er klárt at taka í nýtslu. Veitararnir fara tá at bjóða sama dekning, meðan tað framvegis verður kapping um hald, produktir og tænastur.

Samstarvið
Samstarvið fevnir um eins atgongd til sendistøðirnar, sum kallast RAN-netið. RAN-netið veitir dekning á landi og sjógvi, og skal dekka allar Føroyar og vera til gagns fyri allar brúkarar. Sostatt fáa kundarnir hjá báðum veitarum atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet. FT Samskifti eigur og rekur RAN-netið vegna báðar veitarar.

Kappingin
Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina í farnetinum. Veitararnir hava hvør sína kjarnutøkni, sum stýrir teimum hentleikum, produktum og tænastum, ið veitararnir bjóða sínum kundum. Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, og brúkarin kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar.

Samstarvsbygnaðurin
Ein RAN-deild verður sett á stovn hjá FT Samskifti, og deildin skal hava ábyrgd av rakstri og framhaldandi menning av RAN-netinum. Harumframt verður ein samstarvsnevnd, við umboðum frá báðum veitarum, sett á stovn, og endamálið við nevndini er at stuðla og tryggja gott samstarv.

Tekning av samstarvsbygnaðinum:

Ofta spurdir spurningar

1
Hvat fevnir samstarvið um?
+

Samstarvið fevnir um sendistøðirnar, sum verða kallaðar RAN-netið. Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina í farnetinum. Sostatt fara veitararnir at bjóða sama dekning, meðan teir framvegis fara at kappast um hald, produktir og tænastur. Avtalan er galdandi í níggju ár við møguleika fyri at leingja.

2
Nær kemur Nema á nýggja RAN-netið?
+

Kjarnutøknin hjá Nema verður knýtt at nýggja RAN-netinum, tá ið farnetið, sum FT Samskifti letur byggja saman við Ericsson, eftir ætlan stendur liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023. Við nýggja farnetinum fara veitararnir samstundis at bjóða 5G-tænastur, tá ið kjarnutøknin hjá báðum veitarunum er knýtt at RAN-netinum.

3
Verður munur á veitarunum?
+

Kundar fáa sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, sama hvønn veitara teir hava, men veitararnir hava hvør sína kjarnutøkni. Kjarnutøknin stýrir haldum, produktum og tænastum, og sostatt fara veitararnir at kappast um at bjóða bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar.

4
Hvussu er dekningurin?
+

RAN-netið skal dekka alt bygt øki og almennar farleiðir, umframt meginpartin av óbygdum øki og áleið 70 fjórðingar til havs. Komandi árini verður RAN-netið útbygt til at dekka allar Føroyar.

5
Hvussu er innanduradekningurin?
+

Har innanduraloysnir eru settar upp, fáa kundar innanduradekning, sama hvønn veitara teir hava. Vilja kundar hava betri innanduradekning, í eitt nú skrivstovuhølum ella framleiðsluhølum, skulu teir seta seg í samband við sín veitara. Hetta er ikki galdandi fyri privat farnet, sum kundar keypa frá sínum veitara til avmarkaða nýtslu.

6
Hvørjar tøkni fevnir avtalan um?
+

Avtalan gevur báðum pørtum somu atgongd til fylgjandi tøknir á RAN-netinum: 2G, 3G, 4G og 5G.

IoT-tøknirnar, NB-IoT og Cat M1-IoT, sum eru í nýggja RAN-netinum, eru av Nema ikki tilvaldar í løtuni, men kunnu íverksetast.

7
Hvussu boða kundar frá feilum?
+

Uppliva kundar órógv ella brek á farnetinum, skulu teir, eins og áður, venda sær til egnan veitara. Um veitarin staðfestir, at møguligt brek er á RAN-netinum, sendir veitarin fráboðan til RAN-deildina, sum hevur ábyrgd av rakstri og viðlíkahaldi.

8
Hvussu kunnu tveir veitarar brúka sama RAN-net?
+

Tøkniliga loysnin er sett upp eftir altjóða MOCN-standardinum, sum er mentur av 3GPP. MOCN er stytting fyri “Multi Operator Core Networks” og merkir tøkniliga, at veitararnir brúka sama RAN-net og somu frekvensir, men hava hvør sína kjarnutøkni til hald, produktir og tænastur.

9
Hvør eigur nýggja RAN-netið?
+

FT Samskifti eigur RAN-netið.

10
Hvør rekur RAN-netið?
+

Sum umboð fyri báðar veitararnar verður ein óheft RAN-deild sett á stovn hjá FT Samskifti. Deildin fær ábyrgd av rakstri og framhaldandi menning av RAN-netinum.

11
Hvussu virkar samstarvsnevndin?
+

Endamálið við samstarvsnevndini er at stuðla og tryggja gott samstarv. Við støði í tilmælum frá RAN-deildini er tað samstarvsnevndin, ið leggur tilmælir um fíggjar- og íløguætlan fram fyri nevndini í FT Samskifti.

Samstarvsnevndin er mannað av tveimum umboðum frá FT Samskifti og tveimum umboðum frá Nema.

12
Hvussu nógv kostar atgongdin til RAN-netið?
+

Frammanundan avtaluni høvdu báðir veitarar fyri framman at gera íløgur í nýtt farnet við 5G. Við at samstarva um eitt RAN-net bera veitararnir hvør sín part av íløgu og rakstri av RANnetinum. Nema rindar leypandi gjald, sum er kostnaðarbaserað og uppgjørt eftir ymiskum býtislyklum. Býtislyklarnir taka millum annað atlit til avtalutíðarskeiðið, íløgukostnaðin, rakstarkostnaðin og nýtsluna á RAN-netinum. Soleiðis eru báðir veitarar við til at bera sín lut av íløguni og rakstrinum av RAN-netinum.

13
Kunnu aðrir veitarar koma á netið?
+

Nýggir veitarar, sum vilja bjóða seg fram á fjarskiftismarknaðinum, kunnu eins væl og áður samráðast við FT Samskifti ella Nema um at fáa atgongd til fjarskiftiskervið ella tænastur. Tílíkar samráðingar fara fram eftir samráðingarregluni í Fjarskiftislógini, sum ásetir, at veitarar av alment atkomuligum fjarskiftiskervum ella -tænastum hava rætt og skyldu til innanhýsis at samráðast um sambindingaravtalur.

Tíðindaskriv

Eitt farnet í Føroyum

Tíðindaskriv – mikudagur 5. oktober 2022

FT Samskifti og Nema hava gjørt avtalu at samstarva um farnetið. Tað hevur við sær, at báðir veitararnir fara at bjóða sama dekning, meðan tað framvegis verður kapping um produktir og tænastur.

Brúkarin fær sama góða dekning á sendistøðunum um allar Føroyar, men hann kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu produktini og tænastuna. Soleiðis ber í stuttum til at lýsa farnetsmarknaðin, nú Nema og FT Samskifti, sum er dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, framyvir fara at samstarva um farnetið, sum FT Samskifti byggir saman við Ericsson.

Í roynd og veru samstarva FT Samskifti og Nema um sendistøðirnar, meðan tey hvør sær hava kjarnutøkni til egin hald, produktir og tænastur. Avtalan er gjørd eftir samráðingarregluni í Fjarskiftislógini, sum ásetir, at veitarar av alment atkomuligum fjarskiftiskervum ella fjarskiftistænastum hava rætt og skyldu til innanhýsis at samráðast um sambindingaravtalur.

“Samstarvið verður uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar”.
Gudny Langgaard, stjóri í Nema

Í fjør skrivaði FT Samskifti undir avtalu við Ericsson um nýggja farnetið, sum eftir ætlan verður liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023. Við nýggja farnetinum fáa brúkararnir 5G, ið er nýggjasta og skjótasta ættarliðið av farneti. Stórur kapasitetur, høg ferð og stutt svartíð eyðkennir 5G. Hetta eru eginleikar, sum eru týðandi fyri menningini av talgilda samfelagnum, ið krevur, at alsamt fleiri tól og hentleikar verða knýtt í internetið.

“Tøknin er umfatandi, og íløgurnar eru stórar. At báðir televeitararnir nú fara at samstarva um sendistøðirnar er við til at tryggja, at Føroyar framhaldandi kunnu teljast millum tey bestu í heiminum. Vit eru til fyri kundarnar, sum skulu hava eitt farnet í heimsklassa, fjølbroyttar tænastur og góðar prísir”.
Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti

Avtalan er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir samstarvið.

Ring 20 20 20

Far til vinnu