Forsíða

Nýggj app – 2 fyri 1

Tak appina niður her

Android

2 fyri 1 er ein tænasta fyri allar telekundarnar hjá Nema

Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og okkara kæru.

Tí vil Nema saman við sínum samstarvsfeløgum bjóða tykkum hesi frálíku tilboð, sum vit kalla 2 fyri 1, har tit kunnu steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til ein súkklutúr, í biograf, ein kaffimunn ella ein bita, har tit bara kunnu njóta samveruna og løða upp aftur

 

TILTØK OG UPPLIVINGAR:
Eisini fáa øll, sum melda seg til tíðindabrævið á appini 2 fyri 1, møguleikan at vera við til serstøk tiltøk og serstakar upplivingar, ið vit fara at skipa fyri í næstum, so tað ræður um at fylgja við!

 

Sí 2 fyri 1 tilboðini her

Soleiðis brúkar tú 2 fyri 1 appina:

1. Tak appina niður og skráset* teg sum brúkara – App til IOS og App til Android

2. Tendra appina og sí yvirlitið yvir tilboð

3. Komin á staðið, skannar tú QR-kotina við kassan

4. Vís virðisseðilin fyri avgreiðslufólkinum og rinda síðan fyri tilboðið

*Gev gætur, at tað eru einans fjarskiftiskundar frá Nema, ið kunnu skráseta seg.

Ofta spurdir spurningar

1
Hvat er 2 fyri 1?
+

2 fyri 1 er ein tænasta, ið Nema veitur sínum fjarskiftiskundum, har ið kundarnir fáa bjóða ymisk tilboð kring føroyar.
Í flesu førum skal tú gjalda fyri 1 vøru og tú far 2, tó eru tað undantøk, har ið veitarin bjóðar hálvan prís, td. at bowla.

2
Hvør kann brúka 2 fyri 1?
+

Øll kunnu nýta appina, men einans fjarskiftiskundar hjá Nema kunnu stovna ein brúkara og skanna koturnar.

Er tú ikki kundi? Ja, men skriva til okkum her og vit ringja til tín sum skjótast.

3
Hvussu ofta kann eg nýta tilboðini?
+

Sum meginregla kunnu koturnar einans nýtast 1 fer um vikuna.

4
Hvørji fjarskiftishald hava atgongd til hesa tænastuna?
+

Í løtuni eru tað øll, undantikið Talutíðarhald.

5
Feilboð á appini?
+

Virðisseðilin kann ikki nýtast í dag“= Er tað tí at tú hevur skannað tilboðið eitt tíðarskeið har tilboðið ikki er galdandi. 

Tú kanst ikki hava tveir virðisseðlar til sama tiltak samstundis. Royn aftur í næstu viku” = Er tað tí tú hevur skannað somu kotuna áður sama dag. 

Um tú fær hesi feilboðini og grundgevingarnar omanfyri ikki eru galdandi, so kanst tú sløkkja, hyggja eftir dagføringum, tendra appina og royna aftur 

Gev gætur: Internet samband á fartelefonini er sjálvandi ein fyritreyt fyri at appin skal virka.

Kann eg gerðast veitari á 2 fyri 1?

Soleiðis gert tú

Gerst veitari

Les meira her

Ring 20 20 20

Far til vinnu