KT-SELJARI TIL NEMA Aftur

Ert tú KT kønur og stinnur at selja? Vit søkja eftir einum starvsfólki til KT-deildina við serligum denti á sølu til størri og smærri kundar.

Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at selja kvalitet og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.

Starvið

Tú verður partur av einum av størstu KT-veitarum í Føroyum, har tú veitir loysnir til størri og smærri kundar kring alt landið. Tú fært somuleiðis góðar møguleikar at førleikamenna teg.

Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum sølu, ráðgeving og at avgreiða ordrar.

Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á Smyrilsvegi 5 í Tórshavn. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur sterkar KT- og sølu-førleikar
  • ert fyrikomandi
  • ert málsøkin
  • kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og sum partur av einum toymi
  • dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga
  • dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema 

Vit bjóða

Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin.

Forvitin?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan P. Jacobsen á tel. 794 272 ella á jpj@nema.fo

Umsóknir

Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Nema á hrdeildin@nema.fo ella til, Nema, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. februar 2018. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.