KUNNING UM RANSOMWARE VIRUSÁLOP Aftur

Kunning um Ransomware virusálop


Seinastu dagarnar hava fólk í Føroyum og um allan heimin upplivað fleiri álop av ransomware virus. Hetta kemst orsakað av einum heimsumfatandi virusálopið á Microsoft Windows stýriskipanir fríggjakvøldið.

Besti og tryggasti mátin at verja seg uppá er at syrgja fyri, at teldurnar eru dagførdar við nýggjastu dagføringunum frá Microsoft.

Vandi er fyri at missa allar dátur, um tú fært hendan virus, so her eru nøkur góð ráð, um hvussu tú kanst verja teg.

Hvussu kanst tú tryggja teg !

1.     Tryggja tær, at tú hevur nýggjastu Windows dagføringarnar frá Microsoft

2.     Ikki lata teldupostar upp frá ókendum sendarum.

3.     Ver varin, tá tú fær teldupost frá kendum avsendarum, ið hava viðheftar fílur, sum tú ikki kennist við.

4.     Ikki trýsta á ‘undarligar leinkjur’ í teldupostunum.

5.     Ikki trýsta á viðheftar fílar av slagnum .ZIP og møguliga øðrum ókendum formatum uttan so, at tú ert vísur í, at hetta er avtalað áðrenn.

6.     Umráðandi er at hava Flash dagført á telduni ella ikki at nýta Flash.

7.     Halt teg frá heimasíðum, ið síggja ‘undarligar’ út!

8.     Tryggja tær, at tín AntiVirus skipan er dagførd.

9.     Tak trygdaravrit av øllum tínum dátum javnan. Hetta er einasta loysn ímóti Ransomware virus.

10.  Tryggja tær, at tú hevur avrit/arkiv av tínum trygdaravriti, sum gongur nakrar dagar ella vikur aftur í tíðina.

Hvat er Ransomware virus?

Talan er um eina virus, sum bronglar tínar fílar soleiðis, at tú ikki fært opnað teir aftur. Hann kann eisini ‘smitta’ alt netverkið á tíni fyritøku ella stovni. Hetta er eitt sokallað ‘CryptoLock/-Wall’ álop – eisini nevnt ‘ransomware’, og er sera trupult at fáast við.

Tí er sera umráðandi, at antivirusskipanin og teldurnar eru dagførdar, og at tit hava eitt álítandi dagført trygdaravrit av tykkara dátum.

Ivast tú í tykkara trygd?

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til supportina á tlf. 347 112 ella senda teldupost á support@nema.fo