WIKI TÍÐINDI Aftur

Tvungin eftirløn pr. 1. januar 2019

Tvungin eftirløn skal broytast frá 4% til 5% pr.1. januar 2019. Henda eftirlønin  hækkar við 1% hvørt árið fram til 2026, tá hon er komið uppá 12%. (Sí kunngerdaportalur.fo 69/2015)
 
Tey, sum eru frítikin fyri tvungna eftirløn, eru tey, sum eru fødd áðrenn 1. januar 1954. Tvs. tey, sum í 2019 blíva 65 ár ella meira. Og so tey, sum TAKS hevur góðkent at verða undantikin - t.d. útlendingar við arbeiði í Føroyum. 

Tey, sum eru yngri enn 21 ár, eru ikki frítikin longur fyri tvungna eftirløn frá 1. januar.2019 at rokna (Sí kunngerdaportalur.fo 69/2019) - tvs, at nú kunnu sjálvt børn ikki fáa løn uttan at hava eina eftirlønarkontu.

Tó er eitt  "bagatell" mark sett uppá eftirløn undir 30 kr..

Tvs., at inntøka íroknað frítíðarløn/ískoyti upp til 600 kr. er undantikin kravi um eftirløn. ( 5% av 600 kr = 30 kr.) 
Ynskir ein at koma undir hetta mark, ber til í lønarportalinum at deila viðkomandi upp í fleiri linjur, men er eftirlønin ov lág uppá ársbasis, fær viðkomandi løntakari eina heilsan frá TAKS um at gjalda munin. 

Tey, sum fáa fólkapensjón (vanliga frá 67 ára aldri), kunnu IKKI fáa eftirløn. Tað noktar lønportalurin fyri. Hava arbeiðsgevarar skyldu til at gjalda hesum eftirløn, tí sáttmáli ella avtala sigur tað, so má arbeiðsgevari útgjalda hesum sína eftirløn sum løn. Hetta verður vanliga gjørt við at stovna ein "frádrátt" til "útgoldna eftirløn". 

Tey, sum hava tvungna eftirløn í síni lønarskipan, skulu broyta eginpartin frá -4% til -5% og eftirlønina frá 4% til 5%,

Um ein hevur brúkt satsin 4,48%, skal hesin broytast til -5,60% og 5,60%.

Um ein hevur brúkt satsin 1,05%, skal hesin broytast til -1,06% og 1,06%

 

Tvungin eftirløn verður roknað av allari A-inntøku íroknað  frítíðarløn/ískoyti.

Vanlig eftirløn verður roknað av allari A-inntøku  men ikki  íroknað frítíðarløn/ískoyti.

 

Løntengd almenn gjøld pr. 1. januar 2019

  • Gjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hækkar frá 2,5% til 3,0% fyri 2019. (Sí kunngerdaportalur.fo 70/2018)
  • Gjaldið til Barsilsskipanina er óbroytt 0,71%. (Sí kunngerdaportalur.fo 137/2015)
  • Gjaldið til Vinnusjúkragrunnin er óbroytt 0,10%
    (Gjaldið til Barsils- og Vinnusjúkragrunnin verða kravd inn saman).
  • Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina er óbroytt 1.25% 
  • Samlaða gjaldið til hesi almennu gjøldini  hækkar frá 4,56% til 5,06% fyri 2019
  • Gjaldið til Trygdargrunn Fiskivinnurnar er óbroytt 0,6%. (Sí kunngerdaportalur.fo  121/2016)

 

Ymiskt um ársenda/byrjan í dos-klokku- & dos-lønarskipan 2018/2019.

Við at opna hesa niðanfyri standandi fílu "arsendi18.pdf" kanst tú lesa um, hvat skal gerast í samband við ársskiftið 2018/19 hjá teimum við dos-lønarskipan og dos-klokkuskipan.

Tey, sum hava ALS Fiskavirkisskipan í dos-lønarskipan, skulu taka hesa niðanfyri standandi fílu "ALSSKEMA.TXT" niður og goyma hana (høgraklikk og gem som)  í directory ..\AVRLON. (Vanliga c:\avrlon). Svara J fyri at yvirskriva.

Um tú ivast, hvar lønarskipanin liggur, kanst tú høgraklikkja á ikonið fyri lønarskipan og hyggja undir "egenskaber".''

 

 

 

 

 

Rætta eftirlønir hjá fiskiskipum í Nema Lønarskipan

Allar eftirlønir eginpartur hjá manningum mugu broytast frá 4 ella -4 til 5 ella -5.

Hjá teimum, sum nýta forskot skal 5 ella -5 broytast til 6 ella -6.

 

Vel listar, vel frádráttir og rætta hesar:

8720,8722,8724 og 8728 hjá S&N

8750,8752,8754 og 8758 hjá MF

8780,8782,8784,8786 og 8788 hjá FF

Tað kunnu verða onnur nummur hjá onkrum, men mátin er tann sami.

 

Tey, sum nýta gomlu lønarskipanina, skulu velja forrit HF á forsíðuni (um enn onki HF sæst)

og har rætta linju    d) og h) og l)     frá -4 og 4     til -5 og 5.