




Heildarveitari til vinnuna
Vit bjóða eitt breitt úrval av tænastum innan fjarskifti, KT-rakstur, skrivstovuútbúnað v.m. Sum heildarveitari kanst tú samla allar tínar tænastur á einum stað fyri minni høvuðbrýggj, um hvønn tú skalt ringja til, og meira samvirkni millum tínar KT- og fjarskiftisloysnir.
Vilt tú vita meira, um hvussu vit kunnu hjálpa?

Keyp á netinum
Finn vøruna á okkara nethandli og bílegg alt innan KT, telefonir, teldlar o.a. Um tú ritar inn við tínum vinnubrúkara, sært tú eisini, hvønn avsláttur tit fáa av tykkara innkeypi.
Um tit ikki hava vinnubrúkara á okkara nethandli, kanst tú trýsta niðanfyri fyri at stovna ein.

Væl nøgdir kundar
Væl nøgd við føroyska heildarloysn
Vit brúka Lundan, LØN og TÍÐ frá Nema, og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema og tað eru vit sera væl nøgd við..
Frimodt Rasmussen
Klaksvíkar Sleipistøð


Vit økja um trygdina
Orsaka av tí vaksandi talinum av talgildum álopum í Føroyum, og í grannalondum okkara, ynskja vit at økja um trygdina, og gera tað enn verri hjá teldusníkum at sleppa inn á skipanirnar frá okkum. 1. januar 2025 fara vit at virka two factor authentication til allar umsitarar, ið hava atgongd til hýsing hjá Nema. Tó hava tit møguleika at seta hetta í verk longu nú. Sum brúkari av okkara skipanum, ynskja vit at vísa á møguleikan, at seta í verk 2 factor authentication (2FA) til umsitarnar, ið hava beinleiðis atgongd til hýsingina. Við at nýta hesa tænastu avmarkar tú vandan fyri, at óviðkomandi sleppa inn á tykkara skipan. Gev gætur, at hetta einans er fyri umsitarar, og hevur kundin fleiri skipanir á hýsingin hjá Nema, so er einans neyðugt at aktivera 2FA á brúkaran til hýsingina og ikki til hvørja einkulta skipan. Frá 1. januar 2025 seta vit hetta sum krav til øll, ið rita inn á hýsing hjá Nema. Vit vilja tó staðiliga viðmæla, at tit gera hetta sum skjótast. Hvat er 2FA? 2FA er eitt eyka trygdarlag, har tú knýtir tvær serskiltar samleika eindir (ella hættir) saman. Hetta er við til at tryggja, at tað veruliga er tú, ið ritar inn. T.d. verða teldupostar og skipanir ofta knýttar við títt telefonnummar ella eina app á tíni telefon. Sostatt skal tú bæði kenna brúkaranavn og loyniorð, umframt hava telefonnummar ella appina tøka, fyri at rita inn. Hvussu virkar tað? Tú ritar inn, á Nema skipanirnar, við tínum brúkaranavni og loyniorði. Heldur enn at fáa beinleiðis atgongd til skipanirnar, verður tú biðin um at geva ein upplýsning afturat, ið kemur frá einari app á tíni telefon. Krøv Fyri at fáa 2FA til skipanirnar hjá Nema, skalt tú hava eina snildtelefon, ið kann hava eina sokallaða ’Authenticator’ app. 2FA verður sjálvvirkandi sett í verk 1. januar 2025, men vit mæla øllum okkara hýsing kundum til, at seta 2FA tænastuna í verk sum skjótast. Samband Ynskja tit at økja um trygdina og at taka av hesum tilmæli áðrenn 1. januar, eru tit vælkomin at ringja á tlf. 347112 ella skriva til support@nema.fo, síðani seta vit okkum í samband við tykkum.

Faroe Origin
Sjónet er ein umráðandi loysn til okkara sjófólk Sjónetið hjá Nema hevur nógv at siga fyri trivnaðin hjá okkara sjófólki. Vit hava 6 skip, sum øll hava atgongd til sjónetið, og merkir hetta, at okkara sjófólk hava gott internet-samband umborð. Internetið arbeiðir sera skjótt, og tað er lítil munur á at vera á netinum heima og umborð. Hetta er týdningarmikið, og næstan eitt krav, umborð á skipum í dag. Jens Pauli Petersen, stjóriFaroe Origin

JFK Samtakið
Allar hýrur verða avgreiddar við Nema LØN. Línuskip og partrolarar nýta Avrokning, ið er partur av Nema LØN, meðan størru skipini harafturat nýta serligu Daglønarskipanina, ið eisini er partur av skipanini. Skipanin er løtt at arbeiða við, og í grundini “koyrir tað bara”. Hava vit spurningar, ringja vit til Nema, ið eru serkøn innan allar lønar- og hýrusáttmálar. Hava vit hugskot til tillagingar, verður eisini lurtað eftir okkum. Vit eru sera glað fyri tænastuna frá Nema, ið altíð hevur verið framúr! Markus Tummas á Gravarbø, rakstrarleiðariJFK Samtakið

Kanjon
Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva góð yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði. Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin. Kjartan Hansen, stjóriKanjon
Vinnutíðindi

Tíðindabræv – Oktobur 2025
Eftir hálvstuttan steðg í summar seta vit nú aftur hol á tíðindabrøvini, ið serliga eru ætlað vinnuni.Vit síggja stóra menning í vinnulívinum, har tøkni og trivnaður ganga hond í hond. Í hesum høpi eru vit fegin um at boða frá, at Nema nú umboðar Kyocera í Føroyum – eitt samstarv, sum gevur nýggjar møguleikar til dygd, trygd og burðardygd í dagliga rakstrinum. Kyocera Sum nøkur av tykkum kanska longu vita, so hava vit hjá Nema nú undirskrivað sáttmála við altjóða framleiðaran Kyocera, sum merkir, at vit nú er einaveitarar av Kyocera printarum og prentloysnum í Føroyum. Framyvir fært tú sostatt allar Kyocera-prentloysnir, tænastur og stuðul beinleiðis frá Nema – við føroyskum fakfólki, skjótari hjálp og tryggari ráðgeving. Okkara dugnaliga toymi hevur í sama viðfangi lokið Kyocera-skeiðið og eru sostatt góðkendir seljarar og tøkningar. Kyocera er kent um allan heim fyri sína høgu góðsku, haldføru loysnir og grønu hugsan, og saman við Nema verður tryggjað, at føroyskar fyritøkur og stovnar fáa prent- og dokumentloysnir, sum eru bæði dygdargóðar og burðardyggar. Nethandilin Á nethandlinum finnur tú flest alt innan KT-útgerð, printarar, tónarar, teldlar, telefonir, tilhoyr og aðrar snildar loysnir, ið gera arbeiðsdagin lættari. Stovnar tú teg harafturat sum vinnubrúkara, verður innkeypið enn lættari at avgreiða. Trýst á leinkið niðanfyri ella støkk inn á gólvið á Smyrilsvegi 5 í Havn ella Klaksvíksvegi 80 í Klaksvík. Vitja nethandilin Stovna teg sum vinnubrúkara Windows 10 Frá 14. oktobur 2025 gevur Microsoft ikki longur dagføringar ella trygdarviðgerðir til Windows 10. Hetta merkir, at teldur, sum framvegis brúka Windows 10, kunnu verða meiri útsettar fyri trygdarálopum og feilum, tí skipanin ikki verður viðlíkahildin longur. Vit vilja tí mæla tykkum til at flyta yvir á Windows 11 ella keypa eina nýggja teldu, sum hevur nýggjastu stýrisskipanina. Tað tryggjar, at tú framvegis fært nýggjastu førleikarnar og verju móti trygdarálopum. Vinnukagin gevur fyritøkum møguleika at hava tamarhald á sínum fjarskiftisloysnum frá Nema.Har ber til at umsita hald og brúkarar sjálvi – stovna, broyta ella sløkkja, tá tørvur er á – og fáa alt samlað á einum stað. Dagføringar í Vinnukaganum Vit hava gjørt Vinnukagan enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari: Yvirlit yvir datanýstlu Fráboðar óvirkin hald aftaná 3 mánaðar Betra um trygdina Ymsar feilrættingar Ynskja tit at hoyra meir um Vinnukagan? Fyll teigarnar út niðanfyri, og vit seta okkum í samband við tykkum skjótast gjørligt. Nýggjastu vørurnar frá Apple fáast hjá Nema Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema
Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildarábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.

Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna
Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á talu (40 tímar) og GB (50). Tosa til og í útlandinum Ringir tú ofta til útlandið, ella ert tú ofta uttanlands í arbeiðsørindum? Við Evropa og Umheiminum kanst tú brúka telefonina sum heima og taka títt data við tær. Talan er avmarkað til 20 tímar um mánaðin, og hereftir rindar tú vanligar uttanlands prísir. Tú kanst nýta títt íroknaða data í útlandinum. Um tú fert uppum tína ásettu internetnýtslu í Føroyum, veksur tín loyvda nýtsla sjálvvirkandi við 1000 MB fyri kr. 55,- fyri verandi mánað. Sí hvørji lond eru við í Evropa og Umheiminum í listanum niðanfyri. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um telefonhald til Vinnuna Les meira Onnur tíðindi

Nýggjur nethandil til vinnuna
Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi

Tíðindabræv – mai
Telavox Vekslaraloysnin frá Nema Telavox er ein fjølbroytt vekslaraloysn, ið verður nýtt av fleiri enn 100 føroyskum fyritøkum. Hetta er ein smidlig loysn sum er egnað til bæði stórar fyritøkur við hundratals brúkarum og til smærri fyritøkur við alt frá tveimum brúkarum, ið deilast um eitt høvuðsnummar. Við Telavox fáa tit møguleikan at umsita tykkara telefoniloysn á ein hátt, ið hóskar til júst tykkara fyritøku og tørv. Fyrimunir við Telavox Ringiregla: Tú kann stýra hvussu telefonsamrøður verða beindar – t.d. til einstøk fólk, deildir og tilber at stýra hvørjar tíðir á degnum telefonirnar eru tøkar. Smidlig uppsetan: Ber til at skræddaraseyma uppsetanina fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt Fjølbroytt nýtsla: Kann brúkast sum app á fartelefonini, sum telduforit ella sum vanlig borðtelefon Samvirkandi við aðrar Nema skipanir: Virkar saman við t.d. Nema Tíð, har status á tínum starvsfelagum verður vístur beinleiðis í Telavox Flytført millum tól: Brúkarar kunnu óheft skifta millum ymisk tól (fartelefon, teldu, borðtelefon) og varðveita sama virkisføri Løtt umsiting: Eitt brúkaravinarligt umsitingarpanel, har tit kunnu broyta uppsetan, stovna brúkarar og tillaga ringireglar uttan tøkniligan kunnleika Fjølbroytt samskiftismøguleikar: Umframt vanligt telefonisamskifti, ber eisini til at senda boð, halda netfundir og samskifta á ymsan hátt Bíðirøð við boðum: Ger kundar varugir við bíðitíð og bjóða teimum at verða ringdir upp aftur Hagtøl og frágreiðingar: Fá yvirlit yvir samrøður, bíðitíð og aðra viðkomandi vitan til at betra um tænastuna Ynskir tú at hoyra meir um Telavox? Telavox gevur tykkara fyritøku eina nútímans og smidliga loysn, ið kann vaksa saman við fyritøkuni og tillaga seg tykkara tørv. Nema starv Við Nema Starv hevur tú øll starvsfólkaviðurskifti savnað á einum stað. Harvið slepst undan at leita eftir upplýsingum í ringbindum ella í mappum á telduni. Tað er skjótt og lætt at stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost. Dagføringar av Nema starv Vit hava gjørt Nema starv enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari. Nýtt í Nema Starv Tilber at stovna nýggjar valmøguleikar undir starvsfólk Tilber at velja, um eitt starv skal telja starvsaldur Tilber at áseta fleiri rættindi. T.d. kann ein KT Deild fáa rættindi einans til “Útgerð” undir starvsfólk og undir “Uppseting” í skipanini. Tilber at síggja hvør brúkari hevur lagt skjøl inn undir starvsfólk, og nær tað er gjørt Undir starvsdagar, sæst nú hvørja deild starvsfólkið hoyrir til. Betrað og endurskoðað Leiti teigar eru betraðir og hava fingið nýtt snið Nýtt snið og litir Nýggj byrjanarsíða við nýggjum grafum Undir starvsdagar, ber nú til at sortera eftir starvsaldur Starvsaldur teljari, er betraður Les meira um Nema Starv Sertilboð Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur. Set teg í samband við okkum Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Annað nýtt frá Nema

Tillagingar í Farnetinum til vinnuna
Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið og uttanlands. Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum, hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar. Tískil verða nakrir Farnetpakkar niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Harafturat verða nakrar prístillagingar gjørdar. Sí haldini og prísirnir her Prísir eru uttan MVG Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 20 krUm nýtsla er: 20 kr pr. dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’. Bílegg her Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Tak netið við tær Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Netið kann brúkast í fylgjandi londum. Áland, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Fronsku Guiana, Grikkaland, Grønland, Guadalupe, Guernsey, Holland, Írland, Ísland, Italia, Jersey, Kekkia, Kroatia, Kýpros (Grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stóra Bretland, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Tíðindabræv – Mars 2025
Eftir góða undirtøku og afturboðanir, ynskja vit aftur at seta hol á tíðindabrøvini, ið serliga eru ætlað vinnuni. Vit byrja við trygdini á netinum, við serligum atliti til ein tann størsta vandan, ið vit eru útsett fyri, her í Føroyum. Í tráð við rúkandi menningina av AI (vitlíki), verður tað alsamt verri at gjøgnumskoða Phishing teldupostar. SpearPhishing Skapandi AI er økt sera nógv teir seinastu 16 mánaðirnar. 86% av KT-leiðarum vænta, at tað fer at spæla ein týðandi leiklut í framtíðini hjá fyritøkum (Salesforce). Áðrenn vit koma til 2026, kann 90% av online innihaldi vera KI-framleitt (Europol). Hendan skjóta menningin hevur stórar avbjóðingar við sær. Bæði fyri tey, ið verja seg í móti teldusníking og fyri tey, ið fremja teldusníking. Síðan ChatGPT kom á marknaðin í 2022, er talið á illviljaðum teldupostum økt við 4151%. Hóast framstig eru í tøkniligu menningini, mugu vit minnast til, eru tað starvsfólkini, ið eru tey mest útsettu og viðbreknu í eini fyritøku. Tann menniskjasligi parturin av teldusníking undirstrikar eisini tørvin á trygdartiltøkum. Loyniorðsstuldur er tann mest nýtti atgonguhátturin hjá teldusníkum. Sambært frágreiðingini frá Verizon frá 2024, er talið á brúkarum, ið verða útsettir fyri phishing álopum, og sum trýsta á innbygdar leinkjur, øktur sera nógv. Miðaltíðin, fyri at trýsta á leinkjur eftir, at telduposturin er opnaður er 21 sekund og einans 28 sekund eftir hetta, hevur brúkarin tasta inn sínar upplýsingar. Loyniorðastuldur er ein stórur handil fyri teldusníkar, sum leita sær atgongd til gíslatøkuforrit, dátutjóvarí og intellektuellan ognarrætt. Tann størsti málbólkurin innan phishing er tann, ið fevnir um teldupostar, fartelefonir og sosialar miðlar. Síðan oktober í fjør er hesin hátturin fyri phishing øktur við 217%. Kelda: https://slashnext.com/wp-content/uploads/2024/05/SlashNext-The-State-of-Phishing-24-Midyear-Report.pdf Er KT-trygdin hjá tykkum í lagi? Í dag er KT-trygd ein av høvuðsavbjóðingunum hjá fyritøkum. Eitt álop kann hava álvarsligar avleiðingar fyri virksemið, umdømið og fyri ta fíggjarligu støðuna hjá fyritøkuni. Lat okkum umrøða tykkara tørv, og hvussu vit kunnu hjálpa við tykkara KT-trygd. Bílegg prát Hví Netløn? Netløn ger tað lætt og skjótt at avgreiða lønarviðurskifti – alt á netinum. Tú kanst m.a. gera lønarseðlar, skráseta starvsfólk og samstundis tryggja tær og tínum starvsfólkum, at lønarseðlar, útgjøld og frádráttir eru rættir. Netløn er serliga ætlað smærri fyritøkum, ið vilja hava eina bíligari og einfaldari loysn. Eisini eru tað alsamt fleiri ítottarfeløg, ið velja Netløn til at løna venjarum, leikarum og øðrum. Nýggir hentleikar eru ávegis Nýtt í Netløn Síggj samlaðu lønina í starvsfólkayvirlitinum fyri betri yvirlit Broyta formin frá stovning meiri fleksibilitet í tilrættilegging Stabbamyndin kann nú vísa fleiri ár greiðari innlit yvir lønargongdini Betrað og endurskoðað Lættari stovning av starvsfólki skjótari og greiðari mannagongd Kladdu-funkan er dagførd tryggja tær, at einki verður gloymt Summeringar í lønarflytingar-yvirlitinum eru nú greiðari Vit hava gjørt Netløn enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera lønarumsitingina skjótari og lættari. Hesi tiltøk tryggja, at tú fært eina smidligari og brúkaravinarliga Netløn uppliving. Les meira Sertilboð Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur. Set teg í samband við okkum Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Annað nýtt frá Nema

Fipurnet til Vestmanna og Tvøroyri
Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum: Traðarvegur 183 og 197, Tvøroyri Válur og restin af Vestmanna Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging

Vit økja um trygdina
Orsaka av tí vaksandi talinum av talgildum álopum í Føroyum, og í grannalondum okkara, ynskja vit at økja um trygdina, og gera tað enn verri hjá teldusníkum at sleppa inn á skipanirnar frá okkum. 1. januar 2025 fara vit at virka two factor authentication til allar umsitarar, ið hava atgongd til hýsing hjá Nema. Tó hava tit møguleika at seta hetta í verk longu nú. Sum brúkari av okkara skipanum, ynskja vit at vísa á møguleikan, at seta í verk 2 factor authentication (2FA) til umsitarnar, ið hava beinleiðis atgongd til hýsingina. Við at nýta hesa tænastu avmarkar tú vandan fyri, at óviðkomandi sleppa inn á tykkara skipan. Gev gætur, at hetta einans er fyri umsitarar, og hevur kundin fleiri skipanir á hýsingin hjá Nema, so er einans neyðugt at aktivera 2FA á brúkaran til hýsingina og ikki til hvørja einkulta skipan. Frá 1. januar 2025 seta vit hetta sum krav til øll, ið rita inn á hýsing hjá Nema. Vit vilja tó staðiliga viðmæla, at tit gera hetta sum skjótast. Hvat er 2FA? 2FA er eitt eyka trygdarlag, har tú knýtir tvær serskiltar samleika eindir (ella hættir) saman. Hetta er við til at tryggja, at tað veruliga er tú, ið ritar inn. T.d. verða teldupostar og skipanir ofta knýttar við títt telefonnummar ella eina app á tíni telefon. Sostatt skal tú bæði kenna brúkaranavn og loyniorð, umframt hava telefonnummar ella appina tøka, fyri at rita inn. Hvussu virkar tað? Tú ritar inn, á Nema skipanirnar, við tínum brúkaranavni og loyniorði. Heldur enn at fáa beinleiðis atgongd til skipanirnar, verður tú biðin um at geva ein upplýsning afturat, ið kemur frá einari app á tíni telefon. Krøv Fyri at fáa 2FA til skipanirnar hjá Nema, skalt tú hava eina snildtelefon, ið kann hava eina sokallaða ’Authenticator’ app. 2FA verður sjálvvirkandi sett í verk 1. januar 2025, men vit mæla øllum okkara hýsing kundum til, at seta 2FA tænastuna í verk sum skjótast. Samband Ynskja tit at økja um trygdina og at taka av hesum tilmæli áðrenn 1. januar, eru tit vælkomin at ringja á tlf. 347112 ella skriva til support@nema.fo, síðani seta vit okkum í samband við tykkum.

Fipurnet til Vestmanna, Klaksvík & Tórshavn
Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum: Fjallsvegur, Vestmanna Bumshamarsvegur 38, Klaksvík Torvgøta 31, Klaksvík Smiðjugerði, Tórshavn Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging




