Forsíða

Nema Endurkeyp

Nema setur grøna kós við Nema Endurkeypi 

Vit seta nú ein grøna kós við nýggjari tænastu, sum gevur tær møguleikan at lata gamlar ella brúktar elektroniskar lutir inn, so teir kunnu vera burturbeindir ella endurnýttir burðardygt. Vit meta um virðið á vøruni og geva tær eitt gávukort í býti.

Við hesi tænastuni geva vit fólki og fyritøkum møguleikan at rudda út, og vit syrgja fyri, at tann gamla telefonin ella teldan kann verða endurnýtt, har ið tað ber til. Vit kalla tænastuna Nema Endurkeyp.

Tænastan er ætlað bæði privatfólki, fyritøkum og almennum stovnum.

Hevur tú brúktar elektroniskar lutir, sum tú vilt sleppa av við, støkk so inn á gólvið á einari av deildunum hjá Nema í Havn, Klaksvík ella Saltangará. Vit meta um virðið á lutinum og geva tær eitt gávukort í býti. Nema Endurkeyp fevnir um vørubólkarnar fartelefonir, farteldur, teldlar og smart-ur.

Vaksandi altjóða trupulleiki

Elektroniskt burturkast er ein alsamt vaksandi altjóða trupulleiki, nú ið tøknin mennist so skjótt, at livitíðin hjá teldum, telefonum og tílíkt bara er fá ár.

Sum ein av Føroya størstu veitarum av KT og elektroniskum lutum kenna vit tað sum okkara ábyrgd at virka fyri, at slíkir lutir verða endurnýttir ella burturbeindir á rættan hátt.

Burturbeina ella endurnýtta

Vit hava gjørt eina samstarvsavtalu við altjóða fyritøkuna Replace Group um at taka ímóti og endurnýta lutirnir har ið tað ber til

Trygdin er altíð í hásæti

Vit seta trygdina í hásæti, og tí verða allar dátur í lutinum strikaðar, áðrenn hann verður endurnýttur ella burturbeindir.

Søk um stuðul til títt grøna átak

Nema hevur sett á stovn ein stuðulsgrunn, har ið einstaklingar og felagsskapir kunnu søkja um stuðul til átøk ella verkætlanir til frama fyri føroysku náttúruna og umhvørvið.

Dáturnar, ið ikki skulu burtur-beinast

Tryggja tær, at tú hevur goymt tær dáturnar, ið ikki skulu burturbeinast, á eini tryggum stað.

Ynskir tú, at vit skulu gera hetta fyri teg, so mást tú vitja Teldudiskin hjá okkum á Smyrilsvegi 5 í Havn

Kostnaður er kr. 625,-

Tú mást hava eina geyma ella harðdisk at flyta dáturnar á

 

Soleiðis gert tú

Áðrenn tú letur lutin inn

  • Tryggja tær, at tú hevur goymt tær dáturnar, ið ikki skulu burturbeinast, á einum tryggum stað.
  • Um tú ynskir at vit skulu gera tað fyri teg, so kostar tað kr. 625 við MVG.  Og um tú ikki hevur eitt stað at flyta dáturnar á, so kanst tú keypa ein geyma ella harðdisk frá okkum
  • Minst til at hava tilhoyrandi løðarar við

Tá ið tú letur lutin inn

  • Støkk inn á gólvið hjá einum av okkara handlum í Tórshavn, Klaksvík ella Saltangará.
  • Luturin verður virðismettur, og tú fært eitt gávukort í býti, ella luturin verður burturbeindur

 

 

Nema í Tórshavn

Smyrilsvegur 5

Mánadag – Fríggjadag:

08:00-17:30

Leygardag

10:00-14:00

Nema í Klaksvík

Stangavegur 53

Mánadag – Fríggjadag:

09:00-17:00

Leygardag

Stongt

Nema í Saltangará

Heiðavegur 13

Mánadag – Fríggjadag:

10:00-17:30

Leygardag

10:00-14:00

Ring 20 20 20

Far til vinnu