Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Stovna hald frá Nema í Elding

Stovna tær telefon- ella Farnet hald, frá Nema, í Elding handlunum og fá avsláttur av øllum vørum.

Royn Farnet frítt í 30 dagar

Beinarin krevur bert eina stikkkontakt.

Nethandil

Tíðindir

Øll børn hava nú sama trygga KT-net í skúlanum

Í novembur 2021 skrivaðu Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni og Gudny Langgaard, stjóri í Nema, undir avtalu um útgerð og veitingar til Skúlanet, og nú er hetta arbeiðið loksins komið á mál. Hetta merkir sostatt, at allir næmingar og lærarar í Føroyum nú hava sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Allar skipanir og alt net eru savnað í eina felags loysn, sum lýkur trygdarkrøv og gevur bæði stórum og smáum skúlum javnbjóðis møguleikar. Hetta tryggjar lærarum álítandi amboð at arbeiða við og gevur næmingum eitt støðugt og trygt KT-umhvørvi í skúlanum. Við einum miðsavnað­um rakstri verður KT einfaldari og tryggari, og fólkaskúlin tekur samstundis enn eitt stig inn í ta talgildu framtíðina.

Katrin á Fløtti Jacobsen 20 ára starvsdag

Í heili 20 ár hevur Katrin verið partur av fyritøkuni, sum vit í dag kenna sum Nema. Katrin er forritari og hevur í nógv ár arbeitt við skipanunum Nema løn og Lundanum. Katrin er vælgerðin, dugnalig, fitt og álítandi. Hjá Katrin koyrir alt eftir bókini og hon gevst ikki fyrr enn málið er loyst.  Vit takka Katrini fyri hennara ískoytið tey seinastu 20 árini. Vit eru heppin og takksom fyri, at Katrin er í starvi hjá okkum og vit vóna, at hon verður verandi í nógv ár afturat. 

Nema er fyrst við iPhone 17

Nú eru fyrstu telefonirnar í iPhone 17 røðini komnar til Føroya, og tær eru sjálvsagt lendar í Nema handlunum. Tey, ið hava undanbílagt fáa boð skjótast tilber. iPhone 17 røðin Apple hevur kunngjørt fýra nýggjar telefonir í Iphone 17 røðini. Iphone 17, Iphone Air, Iphone 17 pro og Iphone 17 Pro Max. Felags fyri øll modellini er, at tær hava fingið skjótari A19-chip, 120Hz ProMotion-skíggjar, nýggja iOS 26 og eitt 24 MP frontkamera. Eisini hava tær allar USB-C og MagSafe-løðing upp til 50W, sum ger, at telefonin løðir skjótari. Fyri at taka samanum iPhone 17: Ein góð telefon, við góðum skíggjaupplivilsi og kamera. iPhone 17 Air: Sera brúkaravinarlig, tun og løtt við stórum skíggja. iPhone 17 Pro: Premium-modellið, ið er ein kraftmikil telefon, við nýggjum kamerafunkum og harðari byggisniði. iPhone 17 Pro Max: Full Pro uppliving men við størri skíggja og einum battaríið, ið heldur betur. Ynskir tú eina ávísa telefon úr iPhone 17 røðini, er enn møguligt at bíleggja. Bílegg her

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema

Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildar­ábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.

Nema stuðlar – GameJam

GameJam – eitt íkast til føroysku spælivinnuna. Farna vikuskifti, dagarnar 5.-7. septembur, var árliga og afturvendandi tiltakið GameJam á skránni, og aftur í ár vóru vit hjá Nema ernir stuðlar til tiltakið. Endamálið við GameJam er at menna og styrkja føroysku spælivinnuna. Sum KT-fyritøka ynskja vit at eggja til nýhugsan og menning á økinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna taka lut og leggja okkara íkast til hetta týdningarmikla tiltakið. Hvat er GameJam? GameJam er eitt altjóða kent konsept, har luttakararnir fáa stutta tíð – vanliga 48 tímar – til at menna eitt nýtt spæl. Tá tiltakið byrjar, verður eitt evni avdúkað, og tað verður brúkt sum grundarlag í menningararbeiðinum. Hetta merkir, at hugskot, spæl, og prototypa skulu skapast og latast inn innan ásettu freistina. Evnini eru ymisk frá ári til ár, men verða ofta hildin einføld og breið. Í ár var evnið Fløkja. Aftur í ár var luttakaratalið stórt og nógv áhugaverd og ymisk spøl spurdust burturúr, bæði telduspøl og borðspøl. Á myndini omanfyri síggjast vinnararnir, ið vunnu kappingina av telduspølum.

Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur

Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Cesar salat Ein góð salat smakkar bara enn betri, tá ið hon verður etin saman við øðrum.  Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina Cesar salat á miðmála frá Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Kom í biograf hvønn dag í septembur

Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar, tó undantikið filmar frá Filmsfelagnum. Eitt úrval av septemburskránni Ternet Ninja 3 Set teg afturá og njót triðja og seinasta filmin um puntutu ninjadukkuna, ið altíð er til reiðar at berjast fyri rættvísi og sleppa sær undan trupulleikunum – á sín heilt serliga hátt. The Roses Handan leiktjøldini av friðsælu og kærleika fjalir hjúnarbandið seg, ið stendur á eggini til ruðuleika. The Roses er søgan um, tá ið kærleiki verður til kríggj. Hjem kære hjem Ein innilig og ektað frásøgn um, hvat hendir, tá ið ein ikki megnar at veita umsorgan fyri teimum menniskjunum, man elskar. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Prísbroytingar í talutíðarhaldum

1. oktobur 2025 koma prísbroytingar í talutíðarhaldum í gildi. Tú kanst síggja verandi og dagførdu prísirnar niðanfyri. Hesar prísbroytingarnar eru viðkomandi fyri teg, ið nýtir talutíð. Við talutíð á telefonini hevur tú fult tamarhald á tínum telefonútreiðslum. Tað kann loysa seg at hava talutíð, um tú ikki tosar nógv í telefon, men bert hevur tørv á, at onnur kunnu fáa fatur á tær. Prísirnir at ringja og SMSa til Onnur lond er óbroyttur. Les meira um talutíð her Onnur tíðindi

Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur

Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Beygla Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa eina valfría beyglu frá Kafe Kaspar og fáa eina ókeypis. Gerandisdagurin koyrir aftur sum vant hjá teimum flestu og Beyglan er somuleiðis aftur úr summarfrí! Á 2 fyri 1 appini kanst tú aftur bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina beyglu frá Kafe Kaspar. Café Latte Nú kann kaffiløtan gerast tvífalt betri, tí við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa tveir Café Latte frá Kafe Kaspar, men bert rinda fyri tann eina. Tilboðið er galdandi hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17. Smoothie Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa ein Smoothie frá Kafe Kaspar og fáa ein ókeypis. Njót leskiliga Smoothie’in við jarðber, tranaberdjús og appilsinjuice, ið bæði hóskar seg til stutta steðgin ella afturvið eini máltíð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Stovukonsert við Beinir

STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera er at møta upp, so syrgja vit fyri góðum tónum, hugna og onkrum leskiligum afturvið. Keyp eitt atgongumerki fyri 150 kr. krónur og fá tvey. Minst til, at tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her